Lisa Frederiksberg og vinfólk vitja Tvøroyri

Um vikuskiftið verður eitt serligt sangtiltak í skúlahøllini í Trongisvági, har gestir norðanfjørðs koma á vitjan. Í hesum sambandi verða tiltøk í skúlahøllini fríggjakvøldið og leygarkvøldið, har stórur dentur verður lagdur á framførslur av sangi og tónleiki, talu og vitnisburðir.

Tað er helst mangir suðuroyingar sum dáma væl tónleikin sum Lisa Frederiksberg gav út á fløgu síni í 2006, men tey flestu hava helst ongatíð hoyrt hana sungið á palli.

Hetta verður møguligt við hesi sangtiltøkini, har Terji Vestergaard, Dánjal Petersen og onnur úr samkomuni Kelduni í Skálafirði somuleiðis koma at vitja.

Tiltøkini bæði kvøldini byrja kl. 21.