Lions skipar fyri Jólahugna á 26. sinni

(Ljóðsamrøða) Hoyr Árna Svartafoss frá Lions Club greiða frá tiltakinum

Seinnapartin sunnudagin skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga jólahugnanum í Viðarlundini í Havn, har jóladekoratiónir, drekkamunnur og annað verður selt til frama fyri tiltakið Firvaldar, sum er fimleikur fyri krabbameinsrakt fólk.

 

Sunnudagin er fyrsti sunnudagur í advent, og 26. árið á rað fara limir í Lions Club Tórshavn at skipa fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 14.00 og heldur fram til klokkan 16.30, og sum vanligt er endamálið, at peningur skal útvegast til vælgerandi endamál.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Árna Svartafoss frá Lions Club greiða frá .

 

(Mynd: lions.fo)