Lions lat tvær gávur

Lion Club í Klaksvík markeraði byrjanina til eitt nýtt Lions ár við at lata tvær peningagávur til feløg í Klaksvík

Á eini samkomu, sum var á matstovuni, Shaghai, í síðstu viku, lat Hákun Dam vegna Lions Club í Klaksvík Klaksvíkar Hornorkestri og Klaksvíkar Kappróðrarfelag hvør sín kekk.

Lions Club í Klaksvík fer nú undir sítt virksemi aftur, og ymisk tiltøk verða í vetur. Millum annað hevur Lions Club fingið kendar persónar at mála málningar, sum skulu seljast á eini uppboðssølu seinni í ár.