Lions Eysturoy stuðlar eldrasambýlum og fornminnum

Trý eldrasambýli í Eysturoy fingu hvør sína lyft, og Fuglafjarða Fornminnisfelag fekk 15.000 krónur sum ískoyti til liðugtgerð av Høvdahúsunum.

Stuðul

Á eini samkomu á Muntra í Fuglafirði nakað herfyri handaði Lions Eysturoy tríggjar lyftir til trý eldrasambýli í oynni, nevniliga býlini á Eiði, Skála og Fuglafirði. Felagið handaði eisini Fuglafjarða Fornminnisfelag ein kekk uppá 15.000 krónur.
Formaðurin í Lions Eysturoy, Harley Joensen, sigur, at felagið ynskti at geva býlunum eina gávu, og á fundi við umboð fyri stovnarnar kom fram, at tey ynsktu sær hesar lyftir, sum tey nú hava fingið. Fuglafjarða Fornminnisfelag hevði søkt felagið um stuðul til eini gomul hús, sum felagið hevur tikið niður, bygt uppaftur og sett í stand.
Á samkomuni á Muntra vóru umboð fyri Lionsfelagið, eldrasambýlini og Fuglafjarða Fornminnisfelag, og tey fingu døgurða í sambandi við handanina.


Lyftirnar

Harley sigur, at umboðini fyri eldrasambýlini fingu lyftirnar handaðar á staðnum.
- Hesar kunnu takast sundur í tríggjar partar, so tær fingust í bilin. Lyftirnar eru snøggar og lættar. Við lyftunum fylgdu eisini tvey sløg av seðlum til at lyfta fólk við. Umboðini fyri eldrasambýlini vóru serstakliga fegin um hesar lyftir, sum tey hava so nógv brúk fyri. Fólk kunnu eitt nú lyftast úr songini ella uppí songina við hesum lyftunum, og tey kunnu lyftast í og úr einum koyristóli. Tey kunnu eisini lyftast upp at standa ella á wc.
Formaðurin í Lions Eysturoy leggur dent á, at tað var júst hetta slagi av lyftum, umboðini fyri eldrasambýlini ynsktu sær.
- Eg havi skilt tað soleiðis, at Hjálpitólamiðstøðin útvegar lyftir til fólk á eldrasambýlum, men hesar eru persónligar. Tað merkir, at tær skulu latast aftur til miðstøðina, tá ið tey gomlu og avlamnu doyggja, sigur hann.


Høvdahúsini

Harley sigur, at Lions Eysturoy ynskti eisini at stuðla Fuglafjarða Fornminnisfelag við 15.000 krónum.
- Felagið hevur keypt eini gomul hús, sum stóðu norðuri á Høvda. Hetta eru Høvdahúsini, tey kalla. Húsini eru tikin niður og sett uppaftur miðskeiðis í Fuglafirði. Peningurin er latin sum eitt ískoyti til liðugtgerðina, sigur hann.
Harley sigur, at afturvendandi málningaframsýningin, sum felagið á hvørjum ári hevur á páskum, gav rættiliga nógv í ár, og tí kann felagið geva hesar gávur.
- Framsýningin verður meira og meira vitjað, og hon gav meira á páskum í ár enn nakrantíð áður.
Lions Eysturoy hevur skipað fyri málningaframsýning í samfull 32 ár, og tey seinastu 29-30 árini hevur hon verið í Runavíkar skúla.
- Vit fáa 15% av søluni av málningunum umframt peningin fyri sølu av atgongumerkjum, sigur Harley.


Kappsigling

Næsta tiltakið, sum Lions Eysturoy skipar fyri, er kappsiglingin, sum verður seinnapartin í august.
- Vit skipa fyri einari kappsigling um árið og bátarnir, sum eru við í kappingini
gjøgnum summarið, hava hetta tiltakið sum tað seinasta í árinum. Vit geva steyp til nr. 1, 2 og 3 og bjóða pannukøkur og kaffi. Í samband við kappsiglingina, selja vit eisini lutaseðlar, og her er høvuðsvinningurin ein frystiboks við mati, sigur Harley Joensen, sum fyri nøkrum vikum síðan tók við afturvali sum formaður í Lions Eysturoy.
Formaðurin situr í eitt ár í senn, og hetta er so næsta skeiðið hjá Harley. Hinir
nevndarlimirnir í felagnum eru Poul Godthard á Strondum, sum er kassameistari og Hjalgrím Poulsen, sum eisini býr á Strondum, er skrivari.
Jógvan Elias Joensen í Leirvík, sum var við til at stovna Lionsfelagið í Eysturoy í oktober 1969, ynskti ikki afturval sum skrivari.