Línuskipini nýliga farin útaftur

Tað er ikki vist, at nakað línuskip kemur inn at landa í vikuni sum kemur.

Tvey línuskip eru farin til Íslands at royna, og fýra línuskip eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu.

 

Fiskamarkaður Føroya veit at siga, at øll hesi skipini eru nýliga byrjaði túr, og ivasamt er, um nakað teirra kemur inn at landa í vikuni sum kemur.

 

Trý línuskip eru á Flemish Kap. Tey eru Kambur, Klakkur og Váðasteinur.

 

- Tað sær einki út til útróður hesa vikuna. Streymurin er góður, men veðurútlitini eru heldur vánalig, sigur Fiskmarknaður Føroya um útlitini fyri vikuna, sum liggur fyri framman.