Línumenn heim úr Íslandi við flogfari

Manningin á Sandshavinum kom skírisdag heim úr Íslandi at halda páskir.

Fiskamarknaður Føroya visti mikudagin at siga, at trý línuskip eru á ísfiskaveiði undir Íslandi. Tey fáa mest at hýsu, toski, brosmu og longu.

 

Tvey onnur línuskip aftrat fiska undir Íslandi og frysta veiðina umborð.

 

Restin av línuflotanum liggur inni, men fer avstað aftur, tá páskahøgtíðin er av.

 

Skírisdag kom manningin á Sandshavinum heim við flogfari úr Íslandi, meðan skipið, sum seinastu tíðina hevur roynt í íslendskum sjógvi, liggur har yviri.

 

Manningin á Sandshavinum fer yvir aftur til Íslands stundisliga 2. páskadag.