Tað gongur ikki væl at manna føroysku línuskipini, tó at hetta árið helst man fara at roynast sum eitt av teimum frægu síðan 2008. Skipini mangla javnan fólk og loysa ikki fullmannað.
Arbeiðsloysi á landi er lítið, og eftirspurningur er eftir røskum arbeiðsmonnum. At línumenn ofta eisini eru handaligir og duga væl at arbeiða ger, at fleiri fáa tilboð frá arbeiðstakarum á landi um arbeiði.
Ikki minst byggivinnuni vantar fólk, og tí fáa fiskimenn tilboð um ymiskt forskallings-og byggiarbeiði, umframt at nakrir hava stóra koyrikortið og fáa møguleikan at koyra lastbil ella onkra maskinu.
In.fo hevur skift orð við stýrimann, sum siglir við línuskipi og loysir av sum skipari. Hann sigur, at hjá teimum gongur ikki væl at manna skipið, og tað er ikki so sjáldan, at loyst verður uttan fult manningartal. Í aðrar mátar missa teir, sum eru við skipinum, inntøku, tí tað kann taka tíð at leita eftir fólki.
- Vit hava nakrar útlendingar umborð. Tað riggar væl, men tá hesir fara heim at halda frí, serliga um jólini og um summarið, eru teir gjarna burtur í nakrar vikur. Tá kann tað vera rættiliga trupult at manna skipið.
In.fo hevur eisini skift orð við línuskipareiðara, sum eigur og rekur meira enn tað eina línuskipið. Hann sigur tað sama. Teir hava eisini nakrar útlendingar umborð, og høvdu teir ikki havt tað, er spurningurin, um teir yvirhøvur høvdu loyst skipini.
- Skulu vit hava fólk úr ES, skulu vit sum reiðarí fyrst vera tað, sum rópt verður “forhondsgóðkendir”. Ein slík góðkenning er ikki trupult at fáa, men tá tú ert vorðin góðkendur, er tað ikki bara sum at siga tað hjá einum einstøkum reiðaríi at fara út í ES at leita eftir fólki.
Reiðarin vísir á, at treytirnar eru øðrvísi, tá manning kemur úr norðurlondum, tí norðurlond eru at rokna sum ein arbeiðsmarknaður.
Línuskipini eru ymiskt fyri, og soleiðis eru eisini manningarhýrurnar eitt sindur ymiskar frá skipi til skip. Nøkur línuskip eru á ísfiskaveiði, og nøkur eru farin at frysta. Hetta ger, at veiðimøguleikarnir eisini gerast ymiskir.
Reiðarin vísir á, at tað er trupult frammanundan at siga júst, hvørji línuskip eru ringast fyri við fólki, og hetta hongur ikki neyðturviliga saman við ymisku veiðimøguleikunum, ið skipini hava.
- Nøkur skip hava havt støðugari manning enn onnur, men knappliga verða eisini hesi skipini rakt av manningartroti. Tí er trupult at siga, hvør hevur tað betri - ella verri - enn annar í so máta.
Hann heldur tískil, at manningartrupulleikin umborð á línuskipum meira er generellur, og hetta er ikki ein lítil trupulleiki. Ein stórur trupulleiki hjá línuflotanum er, at tað eru ov fáir línumenn eftir í Føroyum.
- Tá so arbeiðsloysi er lítið, og brúk er fyri røskum monnum á landi, ið duga til hendurnar, stendur verulig á hjá línuflotanum at halda upp á fólkið. Eg trúgvi, at føroyski línuflotin hevur brúk fyri umleið 20-30 monnum aftrat, um skipini skulu sigla við fullum manningartali alt árið, sigur línuskipareiðarin.