Tað er ikki lætt at meta um tað, sum í havinum er. Hóast brúktu fiskidagarnir hjá línuflotanum sum heild hava verið færri enn teir, sum Havstovan hevur tilmælt, hevur hetta ikki ført til, at hýsa og toskur eru komin aftur á føroysku grunnarnar.
Fróði Sivertsen hjá grannskoðaravirkinum Januar visti í heyst at siga, at tillutaðu fiskidagarnir hjá línuflotanum ongantíð eru brúktir fult út árini 2008 til 2012, ei heldur í 2013.
- Okkurt árið eru tó fleiri dagar brúktir, enn Havstovan hevur tilmælt, men síðan 2010 hava brúktu fiskidagarnir hjá línuflotanum verið færri enn tilmælið hjá Havstovuni - og í ár hevur línuflotin brúkt væl færri fiskidagar, enn Havstovan hevur tilmælt.
Fróði Sivertsen vísir á, at veiðan á Flemish Kap í ár er ein orsøkin til, at nógv færri dagar eru brúktir av línuflotanum í føroyskum sjógvi.
Fiskiárið 2012/ 2013 er tillutaða fiskidagatalið í føroyskum sjógvi 2567, og her mælti Havstovan til stívliga 2.000 dagar.
- Tá nakað var farið av heystinum, vóru stívliga 1200 fiskidagar brúktir í føroyskum sjógvi, og hetta svarar bara til eina lítla helvt av tillutaðu døgunum - og er umleið 800 dagan færri enn tað, sum Havstovan tilmælir.
Tað merkir, sigur Fróði Sivertsen, at línuflotin er innan fyri tað tilmæli, sum Havstovan hevur havt í fleiri ár.