Eitt hátrýst, yvir 1040 hPa, yvir Finlandi liggur mest sum í stað. Komandi dagarnar liggja Føroyar tí í einum rættiliga lýggjum streymi av landsynningi. Fríggjadagin fer eitt rættiliga sterkt lágtrýst móti Íslandi av suðri og eitt tilhoyrandi brúgvalag kemur inn yvir Føroyar sum dagurin líður. Um vikuskiftið koma fleiri brúgvaløg við regni inn yvir Føroyar.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og támut og regn av og á, men seinnapartin klárar í og yvirhøvur turt. Í nátt øtlar hann vindin av landsynningi í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, og regn. Hitin millum 10 og 13 stig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og stundum regn, men um kvøldið klárar í og yvirhøvur turt. Hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina hækkar í ein landsynning og eystan. Sólglottar og okkurt æl, um náttina skýggjað. Hitin um 10 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og eystri, 8 til 13 m/s, sum seinni hækkar í ein landnyrðing og norðan. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um 10 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, í støðum hvassur vindur, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað go stundum regn, men um náttina klárar í og tað verður turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum móti kvøldi makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um 10 stig. Um náttina lækkar hann í ein sunnan og út á náttina fer væntandi at regna. Hitin millum 5 og 9 stig.