Nú sendir sendarin hjá kristiligu útvarpsrásini Lindini á Brúnaskarði í Klaksvík við minni styrki enn fyrstu vikuna.
Fólk hjá Føroya Tele vóru fyrst í hesi vikuni á Brúnaskarði og skrúvaðu niður fyri sendaranum, men enn er eingin verulig kanning gjørd av sendaranum og viðurskiftunum á Brúnaskarði.
? Vit ætla at kanna sendaran nærri fyri at vita, um nakað er galið við honum, men í fyrstu syftu hava vit skrúva hann eitt sindur niður eftir áheitan frá Fjarskiftiseftirlitinum, sigur Jens Julian Reinert, leiðari á Radiodeildini hjá Føroya Tele.
Klagur úr Klaksvík
Lindin hevur farnu tvær vikurnar sent umvegis nýggja sendaran á Brúnaskarði.
Í fyrstu vikuni eftir at sendarin var tikin í brúk, gramdu nógv fólk í Klaksvík seg um, at sendarin órógvaði sendinetið, og Fjarskiftiseftirlitið fekk nógvar klagur.
Fjarskiftiseftirlitið hevur síðani havt samband við Lindina og Føroya Tele, sum umsitir sendinetið hjá Lindini, og ætlanin er, at Føroya Tele skal kanna sendaran og viðurskiftini á Brúnaskarði nærri fyri at fáa loyst trupulleikan.
Samanspæl millum sendarar
? Vit kannaðu og máldu sendaran, áðrenn hann varð settur upp, og tá var alt í lagi við honum, sigur Jens Julian Reinert.
? Men vit ætla aftur á Brúnaskarð fyri gera nýggjar mátingar har. Ein trupulleiki kann verða samanspælið millum teir ymsu sendararnar, men tað skulu vit kanna, sigur hann.
Lindin, Útvarp Føroya og Rás 2 senda øll umvegis egnar sendara á Brúnaskarði.
Síðani sendarin hjá Lindini varð skrúvaður niður, eru sendiviðurskiftini í Klaksvík batnað, men summi lurtitól hava framvegis trupulleikar.