X-Factor vinnarin fer at syngja í Vøruhúsinum Tey sum ikki høvdu umstøður ella møguleika til at hoyra Lindu Andrews í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, fáa ein nýggjan møguleika í dag.
Klokkan 14.00 syngur Linda Andrews í Vøruhúsinum á Hjalla. Handilshølini eru ruddaði til endamálið, so pláss verður fyri nógvum áhoyrarum. Linda fer eisini at geva sær tíð til at skriva autografar.