Í hesum døgum gesta Coldplay Danmark við 2 útseldum konsertum, og í tí sambandið heðvur Linda Andrews innspælt eina 100% live og akustiska útgávu av Fix You hjá Coldplay saman við gospelkórinum “Absolute Gospel Singers” í Ark Recording Studio, Keypmannahavn.
- Eg eri ein stórur fjeppari av Coldplay og elski teirra sangir. Serligani Fix You hevður rakað meg í hjarta og eg elski at syngja hendan sangin. Eg hopi at tit dáma mína tulking av hesum vakra lagnum, sigur Linda Andrews.
Linda Andrews og Absolute Gospel Singers gesta annars Føroyar 16. til 18. septembur við gospelkonsertum.
Sangurin er tikin upp í Ark Recording Studio 27. juni 2016.
Piano: Markus Lindell
Guitar: Flemming Danielsen
Percussion: Mikkel Bongo Lodskou
Teknikari: Kristian Ark Dalsgaard.
42 Pictures hevur staðið fyri myndatøkunum.










