Linda biður um náði

Tá Linda Andrews fer á pallin fríggjakvøldið verður tað við sanginum Mercy hjá valisisku sangarinnuni Duffy Í 2008 hevði valisiska sangarinna Duffy sítt altjóða gjøgnumbrot við at biðja um náði. Nú fer Linda Andrews at royna somu leið. Um tað er fyri at blíðka Blachmann, sigur søgan onki um.

 

Við á pallinum hevur hon eitt big band á sama hátt, sum allir hinir luttakararnir.

 

Hini syngja eisini svingandi løg.

 

Muhamed heldur fram at syngja damurøddir við sanginum Crazy in love, sum Beyoncé framførdi, Lucas syngur Lovecats hjá The Cure, ABC framførir Toxic hjá Britney og Sidsel framførir How? hjá John Lennon.