Upprunaliga eitur hon Linda Andreasen, men navnið Linda Andrews hevur hon fingið sær til kunstnaranavn.
- Navnið Andrews kemur av tí at eg kom út sum artistur í USA, har eg var við í einum sangi hjá Karma Club. Produsararnir hildu ikki at Andreasen klingaði serliga gott. Eg vildi hava eitt kunstnaranavn, sum lá nær Andreasen, og so bleiv tað bara til Andrews. Síðan tá havi eg kalla meg Linda Andrews, greiðir Linda frá.
Í rættiliga nógv ár hevur Linda Andrews verið sera virkin í tónleiki. Í fjør gav hon fløguna Revelation út og spældi á Summar Festivalinum. Men hóast hon hevur verið sera virkin, hevur hon ikki heilt sligið seg fasta millum føroyingar.
Gjøgnum árini hevur hon uppbygt sær eitt navn sum bakgrundssangari í Danmark og hevur hon verið sera virkin sum kórleiðari. Men nú hevur unga Havnargentan funnið útav, at tað er ikki í bakgrundini, hon vil vera. Nú ætlar hon veruliga at bróta ísin, og gongur eftir vild, verður X Factor júst tann seinasti faktorurin, ið ger at fólk ikki longur spyrja, hvør hon er, tá navnið Linda Andrews verður havt á lofti.
Musikalskan uppvøkstur
Hon vaks upp í einari musikalskari familju úti við Landavegin á Bóndaheygi, og lærdi hon skjótt tónleikin at kenna, millum annað í samkomuni Filadelfia.
Longu sum smágenta byrjaði hon at syngja í barnakóri hjá Miriam Carlsen, og seinni hevði hon eisini barnakór saman við Vanju Carlsen, ið er blivin kend sum ein av Carlsen systrunum.
Eftir 10. flokk fóru tær báðar á eftirskúla saman, har tað eisini var eitt sera ríkt tónleikalív. Tað var eisini har at Linda Andrews fann útav, at tað var hetta, hon vildi liva av.
- Tað umhvørvið, ið eg kom í á eftirskúlanum í Danmark var bara himmalskt. Tað var har eg fann út av, at tað var tað, eg skuldi gera, greiðir Linda Andrews frá.
Modernaður føroyingur
Hóast pápin er úr Suðuroy og mamman úr Æðuvík, vaks Linda Andrews upp í Havn. Sjálv sigur hon at hon hevði ein fantastiskan barndóm, har hon gekk í Nonnuskúlanum fyrstu árini og seinni flutti oman í Kommunuskúlan at ganga.
- Eg hevði ein fantastiskan barndóm, men eg má siga at eg altíð havi verið eitt slag av modernaðum føroyingi. Eg havi ongantíð tímað alt hetta føroyska, og eg minnist at vit skuldu læra eitt kvæði um vikuna, og eg hataði tað. Eg helt tað var simpulten so ræðuligt. Men tá man blívur eldri, er man rættiliga glaður fyri tað hóast alt, sigur Linda.
Í 1994 flutti hon til Danmarkar at búgva, og heldur hon at hon er blivin nógv meira føroysk, síðan hon flutti.
- Eg minnist tá eg kom niður í 1994. Tað var mitt í kreppuni, og tað var ikki stuttligt at vera føroyingur í Danmark. Tá eg presenteraði meg sum føroying, vóru danir rættiliga niðursetandi. Eg fekk nógvar viðmerkingar, millum annað »du skylder mig penge«, »skal jeg låne dig nogle penge« og nógv annað. Tað gjørdi at eg helt uppat at prensentera meg sum føroying, tí eg tímdi ikki at hoyra uppá tað longur. Tað var hart at vera føroyingur í Danmark í 90’unum, greiðir Linda Andrews frá.
Seinnu árini hava føroyingar tó vunnið frama millum danir, serliga innan tónleik, og nú marknaðarførir hon seg sum føroying, og er hon stolt av tí.
- Man kann ikki avnokta sína fortíð, og eg haldi eisini at eg eri blivin nógv meira føroysk niðri. Tíðirnar eru eisini broyttar so nógv nú. Nú havi eg fingið eyknevnið »Den færøske Diva« niðri, fortelur Linda Andrews.
Vil bróta ígjøgnum
Í Føroyum er Linda Andrews mest kend sum gospelsangarinna, og gav hon í fjør floguna Revelation út. Niðri er hon tó ikki kend sum gospelsangarinna, og tað er heldur ikki tað, hon vil marknaðarføra seg við. Hon hevur leingi verið virkin í tónleiki, og hevur liva av tónleikinum leingi í Danmark. Nú vil hon tó veruliga gera sítt gjøgnumbrot, og er tað orsøkin til at hon valdi at melda seg til X Factor.
- Eg havi verið við í tónleiki í nógv ár eftirhondini, men hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, tað at verða dømdur og vigaður á handa máta. Tað er ein stór útfordring hjá sangarum at fara á sjónvarp og verða alment vigaður, vísir Linda Andrews á.
Við sanginum »Power of love« hjá Celine Dion megnaði Linda Andrews fríggjadagin at syngja seg víðari í aðru donsku útgávuni av heimskendu tónleikakappingini X Factor. Hennara kraftmikla rødd rungaði í oyrunum á dómarunum, og søgdu teir allir við ein munn, at hon veruliga hevði nakað, sum hinir luttakararnir ikki høvdu.
Happað av Blachmann
Ein partur av konseptinum í X Factor er at dómararnir hava hvør sín leiklut, tann harði, tann góði og tann meria neutrali. Í donsku útgávuni er tað Thomas Blachmann, ið er tann harði dómarin, og eftir hvat Linda Andrews upplivdi at døma, er hann veruliga harður.
- Eitt brot, sum tey ikki vístu í sendingini fríggjadagin, er tá eg kom presenteraði meg sum føroying. Tá eg segði at eg var føroyingur, byrjaði Thomas Blachmann at rakka meg og føroyingar niður. Hann segði at hann kendi ongan føroying, sum dugdi at syngja, og at tey áttu bara at flutt sendingina til Føroya, tá tað »kraftedeme kommer så mange færinger«, sum Blachmann málbar seg. Heldigvís fekk eg koppað støðuni og yvirbevíst hann um at føroyingar veruliga duga at syngja. Men at fara til audition var ræðuliga ræðslusláandi, greiðir Linda Andrews frá.
Harðir prøvar í væntu
Næsta stigið í sendingini er tað sokallaða »Boot-camp«, ið verður á einum slotti á Fyn. Har verða tey 40 fólk, sum eru kategoriseraði sum tey yvir 25 ár, og longu fyrsta kvøldið verða tey skorin niður til 10 fólk, seinni á kvøldinum til fimm og morgunin eftir til tey trý, ið skulu umboða tann aldursbólkin.
Fríggjadagin sang hon sangin »Power of love« hjá Celine Dion, og tað gjørdi hon av teirri grund, at sangurin er sera kraftmikil og ein av hennara yndlingssangum. Tó verður næsta uppgávan ikki eins løtt. Hon skal nevnliga duga tríggjar sangir uttanat, og eru tað sangir, dómararnir hava valt til hana.
- Eg kann eisini avsløra, at hatta als ikki eru sangir, ið eg vanliga hevði sungið. Tað verður poppur, men poppur er jú so nógv, og tað er ikki hatta slagið, mær dámar best, sigur Linda Andrews.
Næstuferð vit síggja Lindu á skíggjanum verður annan fríggjadagin, tá innleiðandi umfarið úr Aarhus er farið afturum, og næsta stigið í sendingini fer í gongd.