Vit vita at hon hevur eina ógvuliga vakra rødd, men handan róðrið er hon eingin eingil... Linda Andrews, sum hesaferð luttekur í kappingini Zulu Djævleræs, hevur ongan trupulleika, tá ið ferðin skal setast upp. Men uttanfyri banan er hon heldur afturhildin, soleiðis at tað ikki endar galið, eins og tað gjørdi fyri tíggju árum síðani.
Songkvinnan viðgongur nevniliga fyri Se & Hør, at hon áður hevur brotið lógina.
-Ja, eg misti koyrikortið fyri tíggju árum síðani. Tað var umleið kl. 05 um morgunin á Amager Strandvej, har eg allarhelst koyrdi ov skjótt. Eg varnaðist tveir politistar í hølunum hjá mær, so eg royndi at tosa við føroyskari accent og segði ?Jeg forstår ikke hvad du siger?.
Hetta gekk tó ikki, hóast songkvinnan royndi at greiða politistunum frá, at sama lóg ikki var galdandi í Føroyum.
-Eg var noydd at taka eina nýggja teori og koyriroynd. Men tað var allarhelst rættvíst. Har eru hvørki syklistar ella motorvegir í Føroyum, har sum eg eri von at koyra, sigur Linda.
Linda vissar tó um, at hetta ikki longur kemur fyri.
-Síðani tá havi eg koyrt ordiligt, og serstakliga síðani eg fekk mína dóttir Celeste, sigur hon við Se & Hør.










