Líkindini betri í morgun

Í morgun klokkan 9.30 fór Teistin aftur fyrsta túr úr Skopun, eftir at fleiri túrar í gjárkvøldið vórðu avlýstir.

Myndin er tikin í morgun, tá Teistin ávegis úr Skopun fór inn í Hest.

Tað eru betri líkindi hjá strandfaraskipunum í dag, enn líkindini hava verið undandarnu dagar í hesi vikuni, tá fleiri avlýsingar vóru, eitt nú um Skopunarfjørð.

Í morgun klokkan 9.30 fór Teistin aftur fyrsta túr úr Skopun, eftir at fleiri túrar í gjárkvøldið vórðu avlýstir. Tað skal tó ikki nógv til, áðrenn farleiðin aftur verður órógvað av veðri.

Hann sigur framvegis frá væl av vindi av eystri og landnyrðingi, men í dag sær tó betri út, enn útlitini siga fyri dagin í morgin, sunnudagin.

Í morgin lovar DMI aftur meira vind av landnyrðingi, men tað er ikki vist, at vindurin verður so nógvur, at tað fer at órógva siglingina hjá strandfaraskipunum.