Hugnaliga Pæsastova er leygarkvøldið karmur um enn eina intima konsert. Hesaferð er tað Líggjas Olsen, ið spælir.
Líggjas lovar, at hetta verður ein hugnalig løta, har hann spælir nøkur løg, møguliga onkur jólaløg enntá.
Líggjas hevur seinnu árini spælt undir navninum Frostfelt, men er annars kendur úr bólkum sum Deja Vu og Diatribes. Tónleikurin er yndisligur og melidiøsur, og væl sungin av eyðkendu røddini hjá Líggjas.
Seinasta vikuskiftið spældi Marius í Pæsastovu, ið er eitt tað mest intima og hugnaliga konsertstaðið í Havn.
Konsertin er leygarkvøldið kl. 19.30










