Lutakastið til 1/8 finalurnar í Liga Cup í Onglandi hava verið í kvøld. Og tað var ikki hissini dystir, sum verða síðast í oktober.
Les eisini: United haltandi víðari
Størsti dysturin er óiva Manchester grannauppgerðin á Old Trafford, har Manchester United og Manchester City bresta saman. Fyri kortum vann Manchester City 3-1 á Manchester United í remier League.
Les eisini: Chelsea vendi øllum
Tvey feløg, sum tykjast hava undanvind í løtuni eru Liverpool og Tottenham. Tey møtast á Anfield, meðan London grannauppgerð verður á olympiska leikvøllinum, har West Ham tekur móti Chelsea. Tað er tiltikið ilt millum tvey bæði feløgini.
1/8 finalurnar í Liga Cup:
West Ham v Chelsea
Manchester United v Manchester City
Arsenal v Reading
Liverpool v Tottenham
Bristol City v Hull
Leeds v Norwich
Newcastle v Preston
Southampton v Sunderland