Liðskiparin: Klæmint er ein heiðursmaður við góðum hugburði

Í kvøld spælir Klæmint A. Olsen seinasta dystin fyri Breiðablik, tá Breiðablik á Laugardalsvøllinum í Reykjavík tekur móti belgiska liðnum, Gent

Mynd: mbl.is

Í kvøld klokkan 20 fer Klæmint A. Olsen at spæla seinasta dystin fyri Breiðablik, tá Breiðablik á Laugardalsvøllinum spælir fjórða dystin í bólki B í Europa Conference League.

 

Dysturin verður móti belgiska liðnum Gent, ið vann stórsigur 5-0 á Breiðablik á heimavølli í Belgia.

 

Breiðablik hevur enn fyrsta stigið til góðar í bólkinum. 

 

Klæmint hevur skotið 13 mál í 35 almennum dystum fyri Breiðablik.

 

Klæmint hevur hetta árið skrivað søgu. Fyrst saman við liðfeløgunum. Breiðablik er fyrsta íslendska liðið sum vinnur seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. Breiðablik skoraði tvey tey fyrstu málini í bólkaspælinum í 2-3 tapinum fyri Maccabi Tel Aviv á útivølli. Klæmint skoraði bæði málini, og gjørdist sostatt tann fyrsti leikarin at skjóta eitt mál fyri eitt íslendskt lið í einum evropeiskum bólkaspæli.

 

Hösk­uld­ur Gunn­laugsson, liðskipari hjá Breiðablik sigur í samrøðu við Morgunblaðið, at tað hevur havt eitt stórt gagn og virðið at hava Klæmint á liðnum. Liðskiparin heldur fyri, at Klæmint er ein maður av fremsta klassa: - Klæmint er tann heiðurligasti maðurin eg havi møtt, bæði á fótbóltsvøllinum og uttanfyri fótbóltsvøllin, sigur Hösk­uld­ur Gunnlaugsson. 

 

Liðskiparin heldur, at Klæmint er ein framúr góður fótbóltsleikari, ið hevur roynst Breiðablik drúgvur, bæði til dystirnar og undir venjing hevur hann sýnt ein framúr góðan hugburð. Hösk­uld­ur Gunnlaugsson staðfestir, at teir í Breiðablik fara at sakna Klæmint bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. 

 

 

 

 

 

Mynd: mbl.is