Tað eru veruliga tvey stór lið Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum spæla fyri í týsku bundesliguni.
Hbold hevur kannað áskoðaratølini í týsku bundesliguni hetta kappingarárið, og tað eru liðini hjá Eliasi og Hákuni, THW Kiel og Füchse Berlin, ið hava flest áskoðarar.
Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt er nummar seks á listanum.
Her eru miðaltølini fyri øll 18 liðini í bundesliguni:
| Nummar | Lið: | Áskoðarasnitt: |
|---|---|---|
| 1 | THW Kiel | 10.158 |
| 2 | Füchse Berlin | 8.309 |
| 3 | Rhein-Neckar Löwen | 7.727 |
| 4 | SC Magdeburg | 6.556 |
| 5 | Hannover-Burgdorf | 6.437 |
| 6 | Flensburg-Handewitt | 6.134 |
| 7 | HC Erlangen | 5.346 |
| 8 | Stuttgart | 4.478 |
| 9 | Leipzig | 4.451 |
| 10 | Göppingen | 4.375 |
| 11 | Gummersbach | 3.908 |
| 12 | Hamburg | 3.832 |
| 13 | Melsungen | 3.772 |
| 14 | Lemgo | 3.685 |
| 15 | Wetzlar | 3.266 |
| 16 | Eisenach | 2.795 |
| 17 | Bergischer | 2.748 |
| 18 | Balingen-Weilstetten |
2.289 |
Kelda: hbold










