Liðið hjá føroyska málverjanum, Silju A. Müller, Valur hevur saman við Haukum, Fram og Gróttu vunnið seg í hálvfinalurnar í íslendsku steypakappingini.
Valur vann hóskvøldið í fjórðingsfinaluni 24-20 á ÍBV úti í Heimaey. Í steðginum var Valur frammanfyri 14-8.
Kappingarneytin hjá Silju, Hafdís Renötudóttir stórspældi í málinum hjá Vali, og hevði heilar 19 bjargingar í dystinum. Tí spældi Silja ikki nakran leiklut í hesum sigrinum.
Hafdís Renötudóttir hevur spælt 62 A-landsdystir fyri Ísland, og er ein av fremstu málverjunum í deildini. So tolin trívst hjá Silju, ið er sjey ár yngri enn íslendski landsliðsmálverjin.
Longu leygardagin klokkan 11.30 spælir Valur aftur dyst móti ÍBV á útivølli. Hesaferð verður tó talan um dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, har Valur er fremst við 26 stigum fyri 14 dystir.