Fimm flokkar stilla upp til fólkatingsvalið

Fyri fyrstu ferð í 42 ár stilla bara fimm flokkar upp til fólkatingsval í Føroyum

Tað er greitt, nú freistin fyri uppstilling til fólkatingsval var úti í gjár.

Teir fimm flokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin hava latið listar inn til fólkatingsvalið, sum verður 24. mars.

Vit skulu 42 ár aftur í tíðina fyri at finna eitt fólkatingsval, har so fáir flokkar hava stillað upp sum hesaferð.

Framsókn er einasti flokkur í Løgtinginum, sum hevur avgjørt ikki at stilla upp til fólkatingsvalið. Sjálvstýrisflokkurin sleppur ikki at stilla upp, tí hann er ikki umboðaður í Løgtinginum, sum er ein treyt í fólkatingsvallógini fyri at stilla upp. Og hesaferð er eingin uppstillaður uttanflokka, sum tað fleiri ferðir áður hevur verið.

Í yvirlitinum niðanfyri sæst, hvussu nógvir flokkar hava stilla upp til fólkatingsval síðani 1984:

2026:    5 flokkar

2022:    6 flokkar

2019:    6 flokkar

2015:    8 flokkar

2011:    7 flokkar

2007:    6 flokkar

2005:    7 flokkar

2001:    6 flokkar

1998:    8 flokkar

1994:    8 flokkar

1990:    7 flokkar

1988:    7 flokkar

1987:    6 flokkar

1984:    5 flokkar