Jødiskur skúli í Amsterdam raktur av spreinging

Ein spreinging hevur elvt til skaða á ein jødiskan skúla í Amsterdam. Borgarstjórin kallar tað eitt miðvíst álop.

Synagogan á myndini, sum liggur í Rotterdam, varð fríggjanáttina rakt av brandbumbu, og leygarmorgunin varð ein jødiskur skúli í Amsterdam raktur av eini spreinging. - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Ein jødiskur skúli í niðurlendska høvuðsstaðnum, Amsterdam, hevur fingið skaða av eini spreinging.

 

Tað segði borgarstjórin í Amsterdam, Femke Halsema, í morgun við niðurlendsku tíðindastovuna ANP.

 

Hon lýsir hendingina sum eitt miðvíst álop móti jødiska samfelagnum.

 

Skúlin liggur í einum fínari grannalagi sunnan fyri høvuðsstaðin.

 

– Hetta er ein feigdargerð móti jødiska samfelagnum. Jødar í Amsterdam verða alsamt fyri alsamt meira jødahaturi. Tað er óhóskandi, sigur borgarstjórin í fráboðan.

 

Halsema sigur við ANP, at spreingingin elvdi til avmarkaðan skaða. Tað eru heldur ongar fráboðanir um, at nakar hevur fingið skaða.

 

Miðilin De Telegraaf skrivar, at upptøkur frá einum bólki, sum kallar seg Islamisku mótstøðurørsluna, ganga um á sosialu miðlunum.

 

Sambært miðlinum hevur bólkurin tikið ábyrgdina av álopinum á jødiska skúlan. Hetta hava myndugleikarnir ikki váttað.

 

Fráboðanin um álopið á skúlan er partur av eini røð av hendingum, sum hava rakt jødisk mál seinastu dagarnar.

 

Fríggjanáttina varð ein synagoga í Rotterdam rakt av einum brandálopi.

 

Búmerkið hjá Islamsku Mótstøðurørsluni kom eisini fram í tí sambandi, skrivar De Telegraaf.

 

Eingin fekk skaða í brandbumbuálopinum, men tað førdi til, at løgreglan økti um trygdina í øðrum synagogum í næststørsta býnum í Hollandi.

 

Løgreglan handtók fýra mans í málinum. Tey eru í aldrinum 17 til 19 ár.

 

Menninir vórðu handtiknir, tá teir sambært løgregluni koyrdu ein bil illgrunasamt tætt við eina aðra synagogu enn hana, sum varð álopin fríggjanáttina.

 

Síðani varð greitt frá, at tað var ógreitt, um menninir ætlaðu at leypa á aðrar synagogur.

 

Nakrar dagar undan brandbumbuálopinum í Rotterdam varð ein synagoga í Liège, í grannalandinum Belgia, rakt av eini spreinging.

 

Spreingingin í Liège hendi mánadagin. Her fekk heldur eingin skaða.

 

Og hósdagin varð ein synagoga í Detroit í Michigan eftir øllum at døma álopin, tá ein lastbilur koyrdi inn í synagoguna.

 

Hendingarnar hendu, eftir at USA og Ísrael gjørdu eitt stórt álop á Iran 28. februar.

 

 

 

Ritzau/Reuters

 

Synagogan á myndini, sum liggur í Rotterdam, varð fríggjanáttina rakt av brandbumbu, og leygarmorgunin varð ein jødiskur skúli í Amsterdam raktur av eini spreinging. - Mynd: -/Ritzau Scanpix