Liðið hjá Martini Agnarssyni, Viborg FF hevur longt sáttmálan við høvuðsvenjaran, Jacob Friis til summarið í 2026.
Jacob Friis hevur gjørt tað framúr væl sum høvuðsvenjari hjá Viborg, ið hann hevur ført til nógvar góðar endastøður seinnu kappingarárini.
Hetta hevur sannført leiðsluna í Viborg FF um at leingja sáttmálan við Jacob Friis, sambært Viborg Folkeblad.
Tó glapp Europa Conference League plássið, tá Viborg tapti Play Off dystin móti FC Midtjylland um seinasta danska Conference League plássið.
Fyrsti dysturin hjá Viborg í komandi kappingarárinum í superliguni verður 24. juli á útivølli móti FC Nordsjællandi.