Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo hava framvegis ikki bjargað plássinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Follo spældi í dag á útivølli annan dystin móti Volda um upp- og niðurflyting.
Follo sum vann greitt 26-19 (12-12) á Volda á heimavølli tapti í dag 26-32 fyri Volda, ið var á odda 15-13 í steðginum.
Hetta merkir, at neyðugt er við einum dysti á aftrat á heimavøllinum hjá Follo.
Annika bjargaði fimm av 12 málroyndum í dystinum. Kappingarneytin, June Cecilie Krogh bjargaði átta av 31 málroyndum, so Annika stóð seg lutfalsliga betri í dag.