Liðið er sett: Hørður fær møguleikan frá byrjan

Hørður Askham verður við frá byrjan, tá eitt verjukent føroyskt landslið skal spæla móti Danmark

Håkan Ericson hevur valt eitt verkjukent føroyskt landslið til dystin móti Danmark í kvøld. Hørður Askham er nýggjur í eini fimm-mansverju. Eisini koma Jákup B. Andreasen og René Shaki Joensen inn á liðið.

 

Tað hevur verið ilt at gitt um liðið hesa ferð, tí nakrir lyklaspælarar eru ikki við. Serliga Brandur Hendriksson og Gilli Rólantsson hava verið nógv við. Tí er talan um nýggjar spælarar, sum skulu avloysa teir.

 

Føroyska liðið: Teitur M. Gestsson – René Shaki Joensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Jákup B. Andreasen, Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson