Tølini siga tað, og eingin ivi er um tað, at Víkingur er stórfavorittur, tá ið grannarnir av Skála seinnapartin vera gestir í Sarpugerði. Víkingur er næstfremst við 46 stigum, og Skála er aftast við 8 stigum.
Setningurin hjá Víkingi er at halda tørn um næstfremsta plássið og taka av, um toppliðið KÍ skuldi kiksað, og í hálvfinaluni at vinna ímóti HB og kvalifisera seg at spæla steypafinaluna. At Víkingur eisini í 2023 fer at luttaka í Europa, er tað eingin ivi um.
Setningurin hjá Skála er at stríðast fyri at vinna seg fram á áttanda plássið og harvið sleppa undan at flyta niður. Brekkan er øgiliga brøtt, tí nú tað resta átta umfør, eru tað níggju stig frá Skála og fram til áttanda plássið.
Hjá Víkingi er liðformaðurin og stýrimaðurin í verjuni Atli Gregersen leikbannaður, og Olaf Bárðarson er skaddur. Ivasamt er tað, um Bárður J. Hansen og Andreas Lava Olsen eru førir fyri at spæla í dag.
Hjá Skála eru Steinbjørn Olsen, Andreas Egeberg Jacobsen og Teitur R. Joensen skaddir. Toppskjúttin Poul Kallsberg noyddist skaddur av vøllinum longu í fyrra hálvleiki síðsta sunnudag, tá ið Skála tapti 3-0 í Gundadali ímóti HB. Tað er ikki útilokað, at Poul Kallsberg verður millum teir fyrstu ellivu hjá Skála í dag.