Klokkan 15 fer Jákup Øssursson Mohr at bríksla fyri fyrstu ferð undir Mýruhjalla, har heimaliðið á Skála hevur vitjan av EB/Streymi, sum framvegis hevur møguleika at vinna atgongumerki til næsta summar at luttaka í europeiskari kapping. Tað er longu greitt, at Skála næsta ár fer at spæla í næstbestu deildini.
Hjá Skála er miðvallarveteranurin og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen í dag á beinkinum. Liðformaður er Jákup Jakobsen, sum saman við Vukasin Tomic mannar miðverjuna. Seinastu ferðirnar hevur Uros Stojanov ikki verið við, tí hann hevur verið darvaður av vøddaskaða. Í dag er Uros millum teir fyrstu ellivu.
Hjá EB/Streymi er ein av teimum, sum seinastu ferðirnar hevur verið framrættaður lyklaspælari, ikki á listanum. Tað er Jacob Andersen, sum er so mikið darvaður av liðbandsskaða í knænum, at hann ikki er førur fyri at spæla.
Tá ið EB/Streymur fyrr í ár vitjaði á Skála, var úrslitið málleysur javnleikur. Við Margáir vann EB/Streymur 1-0.
Skála – EB/Streymur kl. 15.00
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Andreas Thomsen, Vukasin Tomic, Jákup Jacobsen, Kristian Martin Jakobsen – Steinbjørn Olsen, Emil Weihe Joensen – Karl Martin Johansen, Jan Ingason Hansen, Poul Kallsberg – Uros Stojanov
Venjari: Michael Bjørn Nielsen
EB/Streymur: Kristian Joensen – Árni G. Olsen, Dánjal Godtfred, Andras Olsen, Mattias W. Joensen – Bogi Reinert Petersen, Rógvi Egilstoft – Tóki H. Johannesen, Filip Djordjevic, Jóhann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen
Venjari: Jákup Martin Joensen