Libya trýstir oljuprísin uppeftir

Ófriðurin í Libya ávirkar framvegis oljuprísin á heimsmarknaðinum, og í morgun skrivar Bloomberg News, at tað eru 29 mánaðir, síðani oljan var so dýr, sum hon er nú. Ein tunna av ráolju fór í morgun fyri 106,39 dollarar á elektroniska ráevnismarknaðinum í New York, og so høgur hevur prísurin ikki verið har síðani tann 29. septe4mber í 2008.

Bloomberg News skrivar, at tað er ófriðurin í Libya, sum trýstir prísin uppeftir, samstundis sum tann ótrygga støðan hevur fingið teir sokallaðu spekulantarnar á marknaðin.

-Øll vænta, at bardagarnir fara at halda fram, og at teir kanska eisini fara at breiða seg til onnur arabisk lond. Í seinastuni eru nógvir pengar komnir inn á marknaðin, eisini frá spekulantunum, og hetta fer at halda fram, um eingin broyting kemur í, sigur greinarin Ken Hasegawa sambært Bloomberg News.