Jørgen Niclasen hevur hitt ráðharrar í Liberia, sum takka føroyingum fyri stuðulin at byggja nýggjan skúla Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur í dag verið á fund við Joseph Korto, útbúgvingarráðharra í Liberia. Hetta í sambandi við at Føroyar stuðla skúlabygging í Liberia.
Joseph Korto fegnaðist um ta hjálp, føroyingar hava veitt, og kunnaði um tørvin, landið hevur á útbúgving innan flest øll øki.
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, fekk staðfest, at útbúgvingarmálaráðið í Liberia góðkennir bæði lestrarætlanir og lærararnir á skúlanum.
Harumframt hevur Jørgen Niclasen verið á fundi við Johnson N. Gjwaikolo, varauttanríkisráðharra, sum somuleiðis takkaði Føroyum og øllum føroyingum stórliga fyri stuðulin.
Hann vísti á, at tað eftir fimtan ára borgarakríggj er sera umráðandi, at eisini borgarar í landinum, eins og ABC barnahjálp, taka stig til at byggja uppaftur landið.
Johnson N. Gwaikolo boðaði frá, at Liberia ynskti at styrkja og víðka sambandið við Føroyar.
-Vit kunnu nú staðfesta, at skúlabyggingin er um at vera liðug og somuleiðis hava vit fingið vissu fyri, at stuðulin Føroyar lata er fult í samsvar við politikkin hjá stjórnini um at byggja uppaftur landið, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.