Poul Michelsen, formaður, Framsókn
-----
Framsókn er ein liberalur tjóðskaparflokkur, hvørs høvuðsstevna er persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi. Tá vit tosa um høvuðsvinnu okkara, halda vit skynsamasta liberala politikkin vera, at:
1) Øll, sum hava dirvi og drívmegi, skulu kunnu stremba eftir at gerast fiskimenn og reiðarar. Fólksins ogn skal tí ikki í óavmarkaða tíð verða tillutað nøkrum fáum einstaklingum og familjum og síðani ganga í arv har.
2) Føroyar skulu kunna stremba eftir góðum kappingarføri mótvegis sínum altjóða kappingarneytum. Føroyar kunnu tí ikki hava púra øðrvísi reglur fyri útlendskan ognarrætt í vinnuni, enn hesir kappingarneytar hava.
Vit skulu niðanfyri royna at greiða frá, hvat vit halda vera avgerandi fyri fyrisitingina av okkara fiskivinnu eftir 2018, hvussu vit halda, at liberalur vinnupolitikkur skal rekast á føroyskum, og hví tað frísinnaða viðhvørt hevur sum fortreyt, at neyvar spælireglur verða avtalaðar fyri kappingina.
ALT fólkið eigur tilfeingið
Tann avgerandi og grundleggjandi fortreytin fyri okkara fiskivinnupolitikki er, at alt Føroya fólk eigur fiskin í føroyskum sjógvi. Tað kann tí undir ongum umstøðum koma upp á tal, at hendan ogn verður latin nøkrum fáum í óavmarkaða tíð – hvørki sum beinleiðis ogn ella sum ein brúksrættur, sum er soleiðis háttaður, at eigarin (alt fólkið) í praksis ikki fær fatur á honum aftur.
Í 1983 gav Ísland nøkrum reiðarum fiskin í íslendskum sjógvi sum ogn. Kvotabýtið bygdi á nøkur søgulig veiðutøl í einum trý-ára skeiði. Síðani hava hesir sonevndu kvotabarónarnir livað av at leiga virkisfúsum fiskimonnum kvotur, meðan teir sjálvir liggja upp afturá í karaibiskum heingikoyggjum ella gera sær dælt í øðrum vinnulívi við íløgum, ið eru fíggjaðar av tí, sum íslendska fólkið hevur forerað teimum.
Umvenda ognartøka íslendinga í 1983 var ikki bara skilaleys og ómoralsk. Staðfest varð eisini seinni, at hon var ólóglig sambært altjóða rætti. Í 2007 dømdi mannarættindadómstólurin hjá ST Ísland til beinanvegin at broyta skipanina aftur. Hon er nevniliga brot á grein 26 í mannarættindasáttmálanum, tí hon frátekur vanliga íslendinginum hansara lógartryggjaða vinnufrælsið at kunna stremba eftir at gerast fiskivinnureiðari. Ísland hevur tó ikki enn broytt skipanina, tí tá skal staturin uttan iva rinda astronomisk endurgjaldskrøv til kvotabarónarnar, sum ikki hava gjørt annað enn at fylgja íslendskari lóg í 80-unum.
Føroyska fólkið og landskassin mugu ongantíð koma í ta støðu, at vit skulu rinda risaendurgjøld fyri at sleppa at ráða yvir tí, sum vit sjálvi eiga. Í Føroyum má og skal tað til allar tíðir bera til hjá øllum, sum hava dirvi og drívmegi, at kunnu stremba eftir at gerast fiskimenn og reiðarar. Alt annað er óliberalt og ómoralskt – og also harafturat ólógligt sambært altjóða rætti!
Fólkið eigur ALT tilfeingið
Ein fortreyt fyri eini liberalari millumtjóða kapping er, at hvørt landið sær tryggjar sín rætt til tað tilfeingið, sum tað eigur og ikki – í undirbrotligheit ella vegna vánaliga fyrireiking - letur seg trýsta til at góðkenna verri rættindi, sum eru dikterað av størri kappingarneytum.
Eg endurtaki enn einaferð Framsóknarboðskapin um, at vit skulu hava eitt av heimsins bestu samráðingartoymum, tá tað snýr seg um at tryggja okkum rættindi til tilfeingið, at býta um rættindi við onnur lond ella at gera og viðlíkahalda handilsavtalur við tey. Hetta toymið skal vera fremst innan tað, sum fevnir um lívfrøði, løgfrøði, millumlanda keypmansskap og annað viðkomandi.
Tá vit hava fingið hetta toymið stovnað og okkara lívfrøðiligu og onnur grundarlag í lagi, skulu vit endurskoða allar fiskivinnu- og handilsavtalur við onnur lond frá grundini.
FØROYSKA fólkið eigur tilfeingið
Tað kann kanska tykjast summum undarligt, at ein liberalur flokkur mælir til at seta avmarkingar fyri vinnuligum virksemi. Men hetta er neyðugt viðhvørt og í summum førum júst fyri at tryggja møguleikarnar fyri liberalari kapping. Tílík kapping hevur sum fortreyt, at ”startskamlarnir” hjá øllum luttakarunum í byrjunarstøðuni standa í beinari røð.
Føroyingar kappast við onnur lond um rávøru og marknaðaratgongd – serliga við grannalond okkara. Skulu vit standa okkum í hesi kappingini, mugu vit tryggja okkum, at startsskamlar okkara standa í beinari røð. Tað gera teir avgjørt ikki, tá talan er um fiskivinnutilfeingið. Meðan føroyingar hava at kalla ongan møguleika at eiga í tilfeinginum hjá grannalondunum, ber væl til hjá grannunum at eiga í okkara tilfeingi. Hetta gevur teimum ein framíhjárætt til at optimera sína fiskivinnu upp á bekostning av okkara.
Tí mugu vit av álvara umhugsa, undir hvørjum treytum útlendingar skulu kunna gera íløgur í skip við føroyskum fiskiloyvum og hvussu hesar treytir kunnu verða loknar. Ella um útlendingar yvirhøvur skulu kunna eiga í føroyskum fiskiloyvum.
Eisini mugu vit hava aðrar verjuskipanir, sum grannalond hava, m.a. at allur fiskur skal landast í Føroyum, og at vit í prinsippinum ikki selja ráðvøru av landinum til onnur at virka (ið hvussu er ikki uttan maksimalt tilfeingisgjald). Bara við tílíkum avmarkingum kunnu vit tryggja liberala kapping landanna millum, soleingi grannalondini varðveita teirra vinnuligu protektionismur.
Vakurleikakapping um Munkagrunnin
Eisini innanhýsis í Føroyum er neyðugt at avtala nakrar greiðar spælireglur kring fiskivinnuna. Leikvøllurin má verða avtalaður og kritaður upp, áðrenn kappingin kann byrjað og dystirnir verða spældir á liberalan hátt.
Kring allan heim gera nakrar serligar avbjóðingar seg galdandi, tá talan er um vinnur, sum eru grundaðar á atgongd til eitt avmarkað náttúrutilfeingi. Øll sleppa ikki framat tílíkum vinnumøguleikum í senn, tí tað er ikki pláss fyri øllum. Tey, sum fram um onnur fáa brúksrættin til avmarkaða tilfeingið, skulu lata øllum samfelagnum nakað afturfyri. Hetta kenna vit t.d. frá oljufeløgunum, sum sleppa framat avmarkaða kolvetninum. Ella frá telefeløgum, sum sleppa framat teimum avmarkaðu frekvensunum.
Mangan verður kappingin um hesi avmarkaðu tilfeingi nevnd ’beauty contests’ (vakurleikakappingar). Hetta fyribrigdi fevnir um eina røð av fyrimunum og treytum, sum fyritøkurnar bjóða afturfyri at sleppa at njóta brúksrættin og vinna pening burtur úr honum. Oljufeløgini bjóða t.d. nógv annað enn bara eitt avgjald (’royalty’) og partafelagsskatt. Her í Føroyum kenna vit t.d. kravið um føroyska keikantin, sum hevði til endamáls at skapa eitt ávíst virksemi her, eins og kravið um førleikamenning.
Somuleiðis skulu vit tryggja, at tey, sum eftir 2018 fáa brúksrættin til fólksins ogn, lata samfelagnum nakrar defineraðar ágóðar, eins og tey lúka nakrar samfelagsligar treytir. Týdningarmestu ágóðarnir kunnu snúgva seg um størri og minni (í summum førum kanska bara symbolsk) tilfeingisgjøld saman við einum virksemi og eini virðisøking, sum kemur øllum samfelagnum til góðar. Týdningarmestu treytirnar kunnu eitt nú snúgva seg um lívfrøðiliga og handilsliga burðardygd, at øll skip eru skrásett í Føroyum, at allar manningar hava føroyskar sáttmálar, at eingin einstakur kann eiga meira enn ein ásettan part av fiskidøgum ella heildarkvotu og annað.
2018 – nýtt og gott gamalt
Í Framsókn ynskja vit at varðveita føroysk skip og alt tað know-how, sum er bygt upp í okkara landi av okkara fólki, heldur enn at fiskurin bert verður veiddur við skipum, sum verða leigað uttan úr heimi fyri styttri tíðarskeið. Vit duga tí ikki at ímynda okkum eina fiskivinnu, har allir dagar ella kvotur verða handlað frá degi til dags. Ein partur av avtalaða leikvøllinum eigur at verða merktur av hesum. Vit skulu eisini vísa teimum atlit, sum longu hava víst bæði dirvi og hegni í vinnuni – summi teirra enntá, tá eingin annar bjóðaði til. Rættindi í óavmarkaða tíð verður tó ikki talan um, hvørki beinleiðis og formliga ella umvegis ein fløktan brúksrætt, sum tað reelt ikki slepst burturúr aftur hjá løgtinginum.
Harafturat ynskja vit eisini at tryggja, at nýggir evnaríkir leikarar kunnu sleppa inn á vøllin uttan at skula bíða, til nakrir ávísir loyvishavarar leggja frá sær. Eisini halda vit, at allir reiðarar kunnu hava gleði av at keypa ein part av fiskidøgunum so tætt uppat teirri løtu, teir skulu brúka teir, tí teir tá kenna fortreytirnar á marknaðinum neyvast. Vit halda tað tí vera ein hóskandi part av liberala politikkinum, at landið støðugt varðveitir ein part av fiskidøgunum og kvotunum, sum verða seld við styttri skotbrái.
Í Framsókn gleða vit okkum til sum skjótast at sleppa at samráðast við hinar flokkarnar um tær skilagóðu treytirnar, sum skulu verða galdandi í okkara fiskivinnu frá 2018.