FSF-val
Hatta er so ein av teimum støðunum, sum tú ikki vónar at uppliva alt ov ofta.
Soleiðis staðfesti Óli Holm, tá hann eftir uppteljingina av formansvalinum skuldi takka aðalfundinum fyri tað álit, sum hóast alt varð sýnt honum.
Við orðunum um, at hann sjálvandi hevði stillað upp, tí hann hevði ætlanir um framhaldandi at virka sum formaður, hevði hann júst staðfest sína egnu støðu. Ein støða, sum tó ikki var vís, fyrr enn seinasta atkvøðan varð tald upp.
Fólkaræði skal valda
Hóast hann undir atkvøðugreiðsluni tóktist rættiliga sperdur, so staðfesti Óli Holm, at hann alla tíðina var púrasta avkláraður um møguleikan, at hann kundi fella.
Eg havi alla tíðina sagt, at vit hava eitt fólkaræði innan føroyskan fótbólt. Eitt fólkaræði, sum gevur einum og hvørjum rætt at stilla upp, og soleiðis eigur tað eisini at vera. Tað skal vera so, tí FSF er jú organið hjá føroysku fótbóltsfeløgunum.
Men tað er givið, at tað íkoma spenningar, tá støðan verður somikið tøtt. Skapti tað ongan spenning, so haldi eg ikki, at eg var egnaður at sita her, helt hann.
Formansrøðan hjá tær tóktist í stóran mun sum aftursvar til tað, sum Birgir Enghamar hevur ført fram. Var hetta eina verjurøða hjá sitandi formanninum?
Ikki sum so. Men hon tók støði í tí, sum er hent seinnu árini. Eg eri sannførdur um, at FSF ikki áður hevur verið ein somikið opin felagsskapur við somikið stórum gjøgnumskygni, sum hann er tað í dag. Júst hetta eru mál, sum vit hava nýtt nógva orku fyri at røkka, men við hesum er ikki sagt, at tað ikki kann gerast betri. Eitt nú kundi eg hugsað mær, at fundirnir við formenninar í størri mun bera brá av kaffifundum tvørtur um borðið, heldur enn um fundir, har FSF tosar við feløgini.
Ræðist ikki tvíbýti
Ein vandi, sum altíð er til staðar, tá talan er um somikið javnar atkvøðugreiðslur, er framtíðar virkisførleikin hjá leiðsluni. Sjávlandi er formaðurin valdur fyri tvey ár. Men tá stórar avgerðir skulu takast, verða hesar ofta lættari, tá tað er ein breiður meiriluti, sum hevur sett krossin til vinnandi partin.
Sum so var Óli ikki ósamdur í hesum. Men hetta tóktist tó ikki vera ein støða, sum hann ber nakran ótta fyri.
Sjálvandi kundi eg ynskt, at talan var um ein breiðari meiriluta. Men vit mugu nú eina ferð arbeiða út frá veruleikanum, soleiðis sum hann sær út. Tað er tó greitt, at vit í størri mun mugu leggja okkum eftir at samansjóða partarnar. Tí er tað nakað, sum er tungtvigandi hjá føroyskum fótbólti, so er tað, at lyft verður í felag.
Vil tað so eisini siga, at nakrar av atfinningunum hjá mótstøðumanninum eru tiknar til eftirtektar?
Sum eg havi sagt, so ræður um at finna felags stev. Og tað kann væl merkja, at støður av ymsum slag mugu mýkjast nakað báðar vegir.
Men ert tú ikki bangin fyri, at føroyski fótbólturin skal fara í tveir bólkar eftir hetta. Tveir bólkar, sum fara at draga hvør sín veg?
Tað havi eg onga orsøk at halda. Hetta er ein felagsskapur, og skulu vit vinna framá, so eru vit noydd at standa saman, staðfesti formaðurin at enda.