Tá umfatandi umbyggingarnar og umvælingarnar av svimjihøllini í Klaksvík fara rættiliga í gongd, verður tað samstundis liðugt við at kava av vippunum í høllini.
Ein av broytingunum í høllini er, at kavihylurin í høllini og vippurnar skulu burturbeinast, og ístaðin verður ein hylur við langari skreiðibreyt gjørdur í sunnara enda.
? Tað er ein so lítil partur av teimum, sum svimja, sum brúka kavihylin, at gestirnir fara uttan iva at fáa størri gleði av nýggja hylinum, sigur Kári Kjelnes, leiðari í svimjihøllini.
Umvælingarnar í svimjihøllini fara at kosta Klaksvíkar kommunu, sum eigur høllina, einar 25 milliónir krónur, og hetta er ein sera stór íløga fyri kommununa, sum verður gjørd yvir nøkur ár.
Men svimjihøllin er so slitin, at neyðugt er við hesum ábøtum, um hon ikki skal lata hana aftur.









