Kritikkurin er heglaður niður yvir ein a nýggja sjónvarpsrøð í átta pørtum. Søgufusk, siga kritikararnir um røðina, sum nú kortini ikki verður víst. Heilt frá byrjan síðani handritið varð kent, hava viðurkendir søgugranskarar, lyklapersónar tætt at Kennedy og onnur mótmælt upp á tað harðasta. Men History Channel, sum hevur pumpað fleiri milliónir dollarar í verkætlanina, sum er hin dýrasta hjá rásini, hevur ikki hirt at svara aftur.
Men nú er knappliga vent í holuni. Í stuttari viðmerking sigur History Channel, at sendirøðin, sum nú er liðug, kortini ikki verður send á rásini. Ætlanin var annars, at røðin skuldi sendast í 2011 í sambandi við at liðin eru 50 ár síðani Kennedy tók við embætinum sum amerikanskur forseti 20. januar 1961.
Røðin hevur Greg Kinnear og Katie Holmes í høvuðsleiklutunum, og millum atfinningarsomu røddirnar er Ted Sorensen, sum var taluskrivari hjá Kennedy og av danskari ætt. Hann hevur sjálvur skrivað tvær bøkur um lívssøguna hjá John F. Kennedy.
Sorensen brúkar orð sum hevnisøka og óreinskapur um røðina. Millum skeivleikarnar var sonevndu exit polls við forsetavalið í 1960, men hesar meiningsmálingarnar komu ikki fyrr enn fleiri ár seinni. Eisini vil handritið verða við, at Kenedy stovnaði Friðarkorpsið í sambandi við innrásina í Svínavíkini í Kuba í 1961, men hetta er mánaðir við síðuna av.
- Allar samrøður í ovala rúminum, sum sagt verður at eg havi havt, hava ongantíð funnið stað, segði Ted Sorensen við New York Times.
Men fyri tað, at røðin ikki verður víst á History Channel, kann hon vísast á øðrum rásum. Muse entertainment og Asylum, sum hava framleitt røðina, royna nú at selja hana.