<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Fyrst og fremst eru hetta tekningar, ið verða gjørdar eftir eini søgu, ið onkur annar hevur skrivað. Í byrjanini var tað eftir stikkorðum, og hetta var nokkso torført, greiðir Óli frá. Men í seinastuni hevur Óli havt alt handritið til Jól í Hvanndali, og hetta hevur gjørt arbeiðið lættari, sigur hann.
Hann heldur, at arbeiði sum hetta er í nógv størri mun regulert arbeiði enn politiska satiran á baksíðuni á Sosialinum.
Vanligu basksíðutekningarnar eru meira skapandi og krevja samstundis meira av honum Tú skalt fylgja við og finna uppá. Slíkt er nógv meira inspirerandi, enn at avmynda okkurt eftir stikkorðum.
Nýggjasta Skemt bókin hjá Óla er júst komin út, og har ber til at síggja allar baksíðutekningarnar frá hesum árinum. Óli heldur, at tað er eitt sindur undarligt á hvørjum ári at standa við Skemt bókunum í hondini. Tí tá hann hugsar um alt arbeiðið, ið liggur aftan fyri bókina, so tykist hon dekan ov tunn.