Óli Johannesen: - Hetta hevði alt at siga

Verjuskansin hjá TB, Óli Johannesen, var eftir sigurin sjálvandi sera væl nøgdur, men var tó eisini lítillátin.

- Tað var ein spennandi dystur við møguleikum í báðum endum, men vit vóru somikið hepnir at fáa málið, sum avgjørdi tað, sigur Óli, sum eins og onnur tvørafólk vóru glað fyri at Milan Kuljic valdi at seta seg sjálvan inn á vøllin.
- Tað var júst tað, sum skuldi til. Vit vórðu fleiri ferðir dømdir at vera rangstaddir, men vit vistu, at einaferð fóru teir at verða fangaðir. Tað hendi so, Milan Kuljic fekk ein fríleypara og skoraði trygt, greiðir Óli frá.
TB er nú væl fyri í dystinum um at verða verandi í Effodeildini.
- Fyri okkum hevði tað alt at siga, at vit vunnu í dag, tí nú kunnu vit avgera tað sjálvir. Sum vit hava spælt seinastu dystirnar, so fara vit ikki niður, segði Óli Johannesen at enda.