Á liðnum hjá Boga Simonsen eru eisini Arne Simonsen, Hans Jacob Petersen, Jákup Hjaltalin, Arnbjørn Sivertsen og Jens Midjord
Spenningur var um føroyameistararnir frá í fjør ? liðið hjá Per Kallsberg ? eftir ringu byrjanin, fóru at vísa styrkina á liðnum. Men heldur ikki hetta vikuskiftið riggaði spælið.
Liðið hjá Høgna Jacobsen (Finn Ougaard, Pól Joensen og Eyðug Jakobsen) hevði tveir rimmardystir og liggja nú á einum greiðum øðrum plássi.
Í aðru deild gjørdi KBI Klaksvík (Álvur Klakk, Jórun Højsted, Mogens Højsted, Debes Kristiansen, Marita Krossstein, Símun Hansen, Julian Olsen og Jóna Grunnveit) ein rættuligan vørr og liggja nú á fremst.
Støðan í FM bridge fyri lið eftir fýra umfør:
1. deild
1. Bogi Simonsen 83
2. Høgni Jacobsen 73
3. Eysturoy 1 58
4. Per Kallsberg 51
5. Hallur Ellingsgaard 49
6. Salomon Johansen 39
2. deild
1. K.B.I. Klaksvík 75
2. Jóna Frida Hentze 69
3. Óli Holm 64
4. Maria V. Hansen 63
5. Jórun Johannesen 60
6. MBM Tórshavn 56
7. Eva Sarita Berg 56
8. Junior Eysturoy 29










