Liðið hjá Allan Dal-Christiansen á odda

Trý tey fyrstu umførini í liðkappingini í bridge vóru leikt um vikuskiftið í skúlanum í Sørvági

Bridge

Vegna met stóra tilmelding er ein 3.deild stovnað og leikti hon eisini um vikuskiftið.
Í 1. deild eru trý lið farin avstað frá hinum. Liðið hjá Allani Dal-Christiansen er á odda, meðan liðini hjá Dia Petersen og Boga Simonsen eru á ávíkavist øðrum og triðja plássi.
Støðan í bestu deildini eftir tey trý fyrstu umførini er hendan:
1Allan Dal-Christiansen70
2Dia Jacobsen66
3Bogi Simonsen59
4Gunnar Mouritsen31
5Jóna Grunnveit21
6MBM11

Í 2. deild hevur liðið hjá Óla Holm fingið eina góða byrjan, meðan liðini hjá Halli Ellingsgaard og Maritu Krosstein liggja beint í hølunum á oddafiskinum. Liðið hjá Jórun Johannesen, ið verður mett sum eitt tað sterkasta í 2.deild liggur nr. 5.
Støðan í 2. deild:
1Óli Holm50
2Hallur Ellingsgaard47
3Marita Krosstein45
4Ingolf Olsen41
5Jórun Johannesen41
6Sámal Pauli0

Í 3. deild er liðið hjá Marjun Restorff, ið undan kappingini eisini varð mett sum tað sterkasta, á odda við 74 út av 75 møguligum stigum. Liðið hjá Jákupi Egholm er nummar tvey.
Støðan í 3. deild:
1Marjun Restorff74
2Jákup Egholm71
3Mortan Thomsen20
4Rógvi Nielsen5

Multihold
Multihold er ein rokniháttur, sum á eini leið sigur frá, hvussu tey einstøku pørini hava staðið seg.

Multiholdí 1. deild
1Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen23,95 (4)
2Per Kallsberg - Dánjal Pauli Mohr19,50 (4)
3Eyðun Anthoniussen - Robert Langgaard18,63 (3)
4Bogi Simonsen ? Símin Lassaberg18,16 (5)
5Allan- Dal Christiansen16,70 (4)

Multihold í 2. deild
1Eyðun S. Olsen ? Dávur Samuelsen15,60 (6)
2Óli Holm ? Dia Petersen 15,55(4)
3Hallur Ellingsgaard ? Eirikkur Joensen15,10 (6)
4Hans Egil Joensen ? Edmund Joensen15,03 (6)
5Álvur Klakk ? Randi Jacobsen 14,75 (4)

Multihold í 3. deild
1Petur A. Johannesen ? Eilif Petersen20,92 (4)
2Ruborg Zachariassen ? Gunnvør20,33 (3)
3Salamon Johansen ? Zakaris Joensen19,92 (4)
4Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen18,25 (4)
5Jákup Egholm ? Tummas Hans15,39 (6)

Grand Prix Parakapping
Sunnudagin varð skipað fyri almennari parakapping í skúlanum í Sørvági. Kappingin varð leikt sum ein barometur-kapping. Tetta vil siga, at øll spæla somu spøl í sama umfari, soleiðis at hvørt umfar kann vera uppgjørt beinanvegin, og ein sær, hvussu tað gongur. Vinnari gjørdist Eyðun Anthoniussen og Robert Langaard við 15 stigum.


Spæl
Hetta spælið spældi yvirritaði móti liðnum hjá MBM. Eg opnaði sum norðan 1nt, makkarin meldar 2kl (Puppet Stayman), Heðin Mortensen meldar nú 2rú inn, ið eg var so býttur at doubla. Tá ið eg eisini var so býttur at spæla spar 2 út, vann Heðin lætt 2rú, meðan hitt borðið spældi 3nt við 9 stingum og 11 imp út.

9K82
N/ØVB94
EK5
ET75
EB7395
E2T765
D97432BT86
9B63
DT64
KD83

KD842

BogiHeðin
NESV
1NTP2KL2RÚ!!
DAP