Óli Holm verji hjá FUR


 

Nýggi landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum er nýútnevndur verji hjá Føroya Ungdómsráði, sum er skipaði barna- og ungdómsfelagsskapurin í Føroyum. Óli Holm varð útnevndur verji á umboðsstjórnarfundi í Havn týskvøldið.

Í hesum sambandi handaði Andrea Eldevig, formaður í FUR, Óla Holm gullnálina hjá FUR og eitt skjal, ið prógvar útnevningina.

Uppgávan sum verji fevnir millum annað um at vera talsmaður fyri rættindum hjá børnum og ungum. Hann skal harumframt virka fyri, at mál, sum beinleiðis eru viðkomandi hjá børnum og ungum, verða send FUR til hoyringar.

Føroya Ungdómsráð er felagsumboð fyri 18 landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir og umleið 60 lokalfeløg. FUR umboðar sostatt flest allar felagsskapir fyri børn og ung, sum ikki eru skipað í Ítróttarsambandi Føroya. Limafelagsskapirnir hjá FUR hava tilsamans 5000 børn og ung sum limir.