Liðfomaðurin leikbannaður

Kenneth Jacobsen er leikbannaður í kvøld, Allan Mørkøre er skaddur og Klæment Matras hevur stórar trupulleikar við fótliðinum. Tað er status hjá B36, sum vitjar í Sarpugerði, har GÍ bert vantar Símun Luis Jacobsen

Heimaliðið GÍ hevur higartil í ár vunnið tveir dystir, tapt tveir og spælt tveir javnar. Teir hava átta stig, skotið níggju mál og latið 12 ígjøgnum. Hjá B36 sær tað eitt sindur øðrvísi út. Teir hava vunnið fýra dystir, tapt ein og spælt ein javnan. Teir hava skotið 11 mál og eru tað liðið, ið hevur latið næst fæst mál ígjøgnum í Formuladeildini í ár – fimm mál.

Tá dysturin í kvøld er spældur, vera omanfyri nevndu tøl ikki heilt tey somu. Spurningurin er bara hvønn veg tølini fara at tala.

GÍ hevur verið nakað plágað av skaðum í ár. Símun Louis Jacobsen er langtíðarskaddur og verður uttanfyri nakrar vikur aftrat. Hans Jørgen Djurhuus hevur eisini verið nógv plágaður av skaða, men síðsta dyst ímóti B71 og sær út til at vera komin fyri seg.

Kappingarársbyrjanin hjá GÍ hevur ikki verið nakað at rópa hurrá fyri, men ei heldur nakað ovurstórt vónbrot. Skuffandi er tað tó, at liðið ikki hevur vunnið á heimavølli í nærum eitt heilt ár. Hesa keðiligu gongd ætla teir at bróta í kvøld vælvitandi um, at B36 ikki er so at syfta.

Havnarmenninir, sum koma norður, eru nakað skerdir. Kenneth Jacobsen fekk tvey gul kort frá Rúna Gaardbo farna leygardag, og er tí leikbannaður. Tað var í dystinum móti AB, og í hesum sama dysti varð Klæmint Matras borin av vøllinum við skaða, tá fótliðurin í øðrum beini hansara ikki vildi meir. Sum skilst er tað serstakliga ivasamt, um Klæmint fer at spæla í kvøld. Tað er tó eingin ivi um, at Allan Mørkøre ikki verður á vøllinum í kvøld. Hann er enn ikki komin fyri seg, eftir harða umgangin frá Marcin Dawid í HB-dystinum.

Men hvussu er og ikki, so verður spennandi at fylgja dystinum í kvøld, um B36 megnar annaðhvørt at økja um fjarstøðuna niður til NSÍ ella at hála inn á EB/Streym á 1. plássi.