Liðfelagi hjá Gilla vrakaður

Leiðin hjá Gilla Rólantsson inn á liðið tykist eitt vet styttri, nú fyrrverandi norskur landsliðsspælari er seldur

Erik Huseklepp, einaferð ein stór hetja í Brann-troyggjuni, hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið, vátta bæði felagið og spælarin í dag.

 

Ítróttarstjórin hjá Brann, Rune Soltvedt, sigur við Bergensavisen, at felagið hevur bjóðað fyrrverandi norska landsliðsspælaranum ein nýggjan sáttmála, men at tað ikki er eydnast teimum at finna eina semju. 

- Vit eru samdir um ikki at gerast samdir, sigur hann. Sum skilst er ósemja um longdina á sáttmálanum. Meðan Erik Huseklepp vil hava ein langtíðarsáttmála, vil Brann einans bjóða honum ein eitt-ára sáttmála.

 

Erik Huseklepp er gamal í garði í Brann. Hann spældi við felagnum frá 2005 til 2010 og hæddarpunktið var, tá hann í 2007 gjørdist norskur meistari saman við Brann. Í 2010 lá leiðin til italska Bari, síðani Portsmouth og Birmingham í Onglandi, áðrenn hann í 2012 kom aftur til Brann, har hann hevur spælt síðani.

- Erik Huseklepp er eitt ikon í Brann, og vit kundu hugsað okkum, at havt hann við víðari. Kortini hevur menning hansara ikki verið sum vit vildu ynskt, og satt at siga er aldurin ímóti honum. Vit mugu taka tær avgerðir, vit meta vera best fyri felagi, sigur Rune Soltvedt við Bergensavisen.

 

Norskir viðmerkjarar tóku tað sum eitt greitt tekin um framtíðina hjá Erik Huseklepp, tá Gilli Rólantsson byrjaði inni í toppdystinum móti Rosenborg, einans fimm dagar eftir, at hann kom til felagið. Erik Huseklepp slapp ikki inn, fyrr enn Gilli Rólantsson mátti gevast í 61. minutti, eftir at hann hevði fingið bóltin í høvdið. 

 

At venjarin valdi at nýta nýggja føroyska landsliðsspælaran heldur enn royndu norsku stjørnuna, meinti viðmerkjarar var eitt greitt tekin um, at venjarin sá Gilla Rólantsson sum ein part av framtíðini hjá felagnum, meðan Erik Huseklepp, hóast sína trúgvu tænastu fyri felagið, hoyrdi fortíðini til.

 

Erik Huseklepp hevur spælt 216 dystir fyri Brann og hevur skotið 51 mál. Hann hevur eisini spælt 35 landsdystir og skorað sjey mál.