BÚSKAPUR
Óli Breckmann vísir í fyrispurninginum á, at tann stóri handil, sum seinastu tíðina hevur verið við partafeløgum og partabrøvum, bert er ein viðfáningur móti teimum virðum, sum fara at skifta eigara, um Landsstýrið fer at einskilja almennar fyritøkur fyri millum 4 og 5 milliardir.
Bárður Nielsen segði við Sosialin í gjár, at hóast hann metir tankan at vera áhugaverdan, so er hetta ein spurningur, sum hvørki er viðgjørdur í Sambandsflokkinum ella í samgonguni. Hann segði seg sum so einki hava ímóti uppskotinum, tí hann metir tað vera eina áeggjan til at fáa fólk at gera íløgur. Hann metti kortini ikki hetta uppskotið at vera egnað sum ein varandi skipan, men heldur sum eina skipan, ið skuldi verið í gildi í eini trý ár.
Bárður Nielsen gjørdi kortini vart við, at uppskot til broytingar í kapitalvinnuskattalógini eru á veg frá hansara síðu, sum innibera, at um fólk hava kapitalútreiðslur av íløgum, skulu tey kunna draga rentuútreiðslur frá kapitalvinninginum, men hetta uppskotið er tó ikki líka víttfevnandi sum uppskotið hjá Óla Breckmann.
Kaj Leo: Skattasnildir
Men hóast fíggjarmaálaráðharrin, ið skal svara fyrispuringinum umleið hálvan februar í Løgtinginum, ikki beinleiðis vísti uppskotinum frá sær, tykist tað ikki at vera sannlíkt, at Óli Breckmann fer at fáa undirtøku fyri sínum uppskoti.
Sunnukvøldið sendi Miðflokkurin út yvirlýsing, har tinglimir floksins, Jenis av Rana og Bill Justinussen, funnast at uppskotinum, og í lesarabrævi í dag sigur formaður Sambandsfloksins og partamaður fíggjarmálaráðharrans, Kaj Leo Johannesen, m.a., at allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum eiga at verða einskildar, men at øll almenn partabrøv skulu verða seld á einum fríum marknaði, har øll skulu hava sama møguleika at keypa. Talan skal vera um keyp og sølu, og ikki um skattasnildir.
Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, er samgongufelagi hjá Óla Breckmann, men í hesum førinum tykist tað ikki, sum talan er um nakra semja, sum samgonguskjalið hjá núverandi samgongu annars leggur upp til.
Kristian Magnussen sigur seg bara kenna uppskotið hjá Óla Breckmann úr fjølmiðlunum, men í fyrstu atløgu heldur hann seg kunna siga, at hetta minnir um eitt uppskot, har tey, sum ikki hava ráð til slíkt, ikki hava møguleika at vera við, og tí hevur hetta absolutt ikki hansara raðfesting, slær Kristian Magnussen fast.
- Hetta er ein stuðul til tey, sum hava ráð at keypa, sigur javnaðarmaðurin, og sigur seg taka undir við Kaj Leo Johannesen, tá hann sigur, at talan ikki skal vera um skattasnildir.
Hallið veksur
Karsten Hansen er framsøgumaður hjá Tjóðveldisflokkinum í fíggjarmálum, og hann kallar uppskotið hjá Óla Breckmann eitt framhald av tí politikki, sum hann sigur Fólkaflokkin hava ført í nógv ár, har landskassin er nakað, tú tekur úr, sigur Karsten Hansen.
- Landskassin hevur sum er 200-300 milliónir í halli, so tað skal ikki nógv hugflog til at ímynda sær, at um 25.000 verða drigin frá skattinum hjá fólki, fer tað at kosta hálva milliard, og so kann hallið á fíggjarlógini koma at upp á eina milliard, vil Karsten Hansen vera við, sum kallar uppskotið óðamannaverk, tí hetta er at spæla við vælferðina.
- Fólkaflokkurin byrjaði við uppskotinum um oljukekk, og Jóannes Eidesgaard kom síðani við einum líknandi uppskoti um bankan, sigur Karsen Hansen og fortelur, at hann á kunningarferð í Alaska frætti haðani, at slíkur máti at geva partabrøv til fólk elur letingar.
Spurdur, um tað ikki er júst tað, Óli Breckmann vísir á, tá fólkafloksmaðurin í uppskoti sínum vísr á, at slík gávubrøv broyta neyvan tann ráðandi løntakarahugburðin, sigur Karsten Hansen, at hann metir at uppskotið hjá Óla Breckmann gongur út upp á tað sama sum at geva partabrøv til fólk, tí sum so er tað jú ókeypis at keypa partabrøv fyri td. 25.000 krónur, tá tú kanst draga hetta frá í skatti.
Privatkommunisma
Karsten Hansen svarar somuleiðis neiliga, tá hann verður spurdur um virkishugurin ikki fer at verða stimbraður av einum síkum uppskoti.
- Hetta hevur einki við virkishug at gera, tí um eg fái 25.000 krónur inn gjøgnum brævrivuna, so merkir hetta, at eg kann sova tveir tímar longri um morgunin, virkisfýsnu, sigur Karsten Hansen, sum hinvegin kallar virkisfýsni, at arbeiðsfør fara tíðliga upp og gera okkur til nyttu. Tjóðveldismaðurin samanber hetta eisini við blokkstuðulin, sum hann sigur vit fáa uttan at gera nakað fyri hann.
Karsten Hansen er sera hvassorðaður í sínum orðingum hjá samgongutingliminum, Óla Breckmann, og kallar uppskotið asosialt, og endurgevur Finnboga Ísakson, sála, fyri at hava brúkt hugtakið privatkommunisma.
- Tey veiku verða veikari, og tey sterku sterkari. Landið skal brúka pengar upp á vælferð og gransking, og hetta hevur einki við visión 2015 at gera, metir Karsten Hansen.
- Samgongan hevur sagt, at peningurin frá einskiljingum skal brúkast til at gjalda skuld, men lækka vit skattin, fáa vit ikki goldið skuldina, og hallið veksur, sigur tann fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, ið neyvan hevði givið uppskotinum hjá Óla Breckmann, og núverandi fíggjarmálaáðharri gav tí í blaðnum í gjár.
Sostatt hava tinglimir úr Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum higartil ikki givið uppskotinum um at Landsstýrið við lóg skal tryggja øllum føroyskum skattgjaldarum, møguleikan at velja, antin tey vilja keypa árliga upp til eitt nú 25.000 kr í partabrøvum við skattafrádrátti ta hampiliga jaligu móttøku, sum Bárður Nielsen annars gav tí í blaðnum í gjár.