Óli var úr Saltangará, sonur Jenny, f. Thorkildshøj, og Debes Danielsen.
Í 1949 giftist Óli við Jonu, f. Petersen, úr Rituvík. Saman stovnaðu tey fyritøkuna, sum í dag eitur OCD og er ein av størstu lastbilafyritøkunum í landinum, umframt bensinsølu og seinni Statoil Servicestøð við bilverkstaði til persónbilar og lastbilar.
Jona og Óli fingu átta børn. Í dag er tað yngsti sonurin, Símun, sum er rekur fyritøkuna.
Jarðarferðin hjá Óla verður úr Berøa í Saltangará fríggjadagin 12. juni kl.14.