Leyp á mann sum seldi hvalatvøst úr fiskabili

Ein fiskaseljari, sum hevði hvalatvøst í sínum útboði í bilinum, hann koyrir runt við, varð likamliga álopin í norska býnum, Voss.

Vanliga plaga fólk, sum keypa úr fiskabilinum, at vera í góðum lag og prátingarsom. Men, soleiðis var ikki við hesum eina manninum.

 

Hendingin byrjaði við, at maðurin, sum uppøstur kom til fiskabilin, royndi at ríva niður søluplaktina á bilinum.

Fiskahandlarin, ið er André Fredriksson úr býnum, Sykkylven, ferðast runt við sínum fiskabili, og áskriftin bilinum er "Góðska úr havinum".

 

Millum vørurnar henda dagin var hvalabúffur. 

 

Ávísin, Hordaland, veit at siga, at hendingin fór fram seinasta fríggjadag, tá André Fredriksson var við bili sínum í býnum, Voss.

 

- Tá maðurin, sum óður kom til bilin, hevði rivið skeltið niður, fór eg yvir á tók skeltið uppaftur, men tá leyp hann á meg, sigur maðurin við ávísina.

 

Sambært André Fredriksson segði óði maðurin, at hann ikki skuldi prøva upp á at heingja skeltið uppaftur.

 

- Eg haldi, at hetta má hava verið ein aktivistur, sum er ímóti sølu av hvalatvøsti, sigur maðurin við fiskabilinum.

 

Tað eydnaðist fiskaseljaranum at taka eina mynd av manninum, sum leyp á, og síðan ringdi hann til løgregluna.

 

- Men, løgreglan segði, at tey kundu ikki koma, sigur ein vónbrotin, André Fredriksson, við ávísina.

 

Hann heldur lítið um hendingina og sigur, at hann lógliga stóð og seldi fiskavørur og annað, og tað stríðir ikki ímóti lógini at selja hvalatvøst.

 

- Og so verður tú álopin, tí tú rekur ein handil, sigur fiskaseljarin.

 

Løgreglan sigur í einari viðmerking til ávísina, sum hevur vent sær til teirra, at tey gjarna vilja hoyra frá vitnum á staðnum henda dagin.