Tað tók sína tíð at fáa leysan aftur mannin í bilinum, sum rendi seg fastan í Leynatunlinum fyrr í kvøld.
Bilurin rendi inn í veggin. Helst hevur kranin á bilinum verið ov høgt uppi, heldur politiið.
Hvønn skaða maðurin, sum koyrdi bilin, fekk, hevur enn ikki borið til at fáa at vita.
Mynd: Birgir Waag Høgnesen










