Tað er litið mær í hendur at siga nøkur orð í kvøld.
Ja Levi, so verður bókin framløgd ídag. Bókin við sínum knappliga 400 hundrað síðum til longdar, sum tú og mong við tær hava bíðað og longst eftir.
Bókin við sínum 14 kapitlum er skrivað og tilrættaløgd kronologiskt, har byrjað verður við fjødskylduni og forfedrunum hjá Levi og síðani barnaárini á Vágsheygnum. Hann nemur við tey næstu hjá Grethu og endar við romantisku og grípandi løtuni, tá ið hann alment í takksemi fyrireikar, at sett verður ein gullnál í bringuna á Grethu, sum tøkk fyri eitt langt lív saman, har hon hevur átt sín mangan avgerandi leiklut og í trúfesti og Gudsótta staðið aftan fyri hann og saman við honum.
Ímillum permurnar av hesum smáu 400 síðunum, har eisini árstalsfestingar eru settar við hvønn kapitul sær, síggja vit eitt ómetaliga hendingaríkt og langt lív, við mongum succesum, við hóttafallum, í sorgarløtum, við dramatikki og við hópin av sera persónligum og opnum samrøðum við fólk undir ymiskum lívsins viðurskiftum. Eisini er bókin til tíðir skemtilig at lesa. - Tað ber eisini til at siga, at bókin er býtt upp í tvey, áðrenn tey fara á “Malta” og aftaná!
Tað sæst týðiliga við gjøgnumlestur, at tað er ongin annar uttan Levi Joensen, sum eigur bókina. Tó skal sigast, at ongin veit alt, og tað veit Levi heldur ikki, tí hevur hann havt ein hollan ráðgeva í Zacharias Zachariassen, sum bæði er menta- og skrivandi maður við góðum grundleggjandi andaligum skili. – Sum danir siga: “Har jeg mine bange anelser”, at onkuntíð hevur Zacharis helst sett eina striku í sandin, har hann hevur sagt við mildleika: “Eg haldi ikki, Levi, at tú skal fara yvir um hesa strikuna”.
Bókin hevur eitt mál og eitt endamál
Ofta tá vit lesa biografiir og sjálvbiografiir t.d. hjá sjónleikarum, fótbóltsspælarum og øðrum kendum fólkum, síggja vit, at hesir velja sær høvundar, sum skriva rósandi orð um teir, og so tosa og skriva teir út frá tí. Alt hetta orðnar Levi einsamallur! Hann, sum mong av okkum øðrum, er ikki so keddur yvir at verða róstur. Hinvegin hevur hann ongantíð verið afturhaldandi við at koma við rósandi og uppbyggjandi orðum um og til onnur. Ein fer vanliga altíð væl nøgdur og glaður frá Levi. Tað sæst sanniliga eisini aftur í bókini.
Ein bók hevur vanliga eitt mál og eitt endamál, meira opin bókin er, áhugaverdari er hon at lesa, og tað kann sanniliga sigast um bókina “Mítt lív á sjógvi og landi”, sum er heiti á bókini. Her sæst, at endamálið hjá Levi er, og hevur altíð verið, at bera fólkinum evangeliið og málið er síðani at siga Føroya fólki frá hansara upplivingarríka lívi.
Heldur møtir 9 ára gamal
verður skipari 22 ára gamal
Í bókini greiðir hann væl frá, tá hann “undir Gallarinum” , sum hann plagar at siga og ofta vendur aftur til, í Betesda sum 9 ára gamal fekk frið við Gud og avlegði sín fyrsta vitnisburð í sunnudagsskúlanum, eisini tá hann uppi í Kjallaranum helt møtir fyri smádreingjunum, og hendan trongdin frá barni av, hevur verið at bera sínum fólki evangeliið. Eisini síggja vit, at Kjølbro tekur til:”Levi, eg rokni við, at tú fert at veða ein sálarvinnari”. - Síðani verður greitt frá, tá hann fer til Danmarkar at læra at tosa, hann fer til skips, gerst skipari við “Skálanesi”, har hann eisini sum 22 ára gamal byrjar at halda møtir.
Framgongdir og hóttafall
Hann fer frá succes til succes við skonnert, útróðrarbátum, við sluppum, til hann síðani í tí meiri nýmótans tíðunum, sum 28 ára gamal, við hepni gerst skipari við “Stellu Mariu” og seinni “Stellu Karinu” og so sjálvur gerst reiðari á “Kletti”, sum hann sera áhugavert skrivar um, eisini tann dagin, tá lívsins álvari legði hendurnar á herarnar á honum, hvussu hann tá opið greiðir frá tí “kletti”, hann sum blaðungur drongur setti sínar føtur á hesa tryggu grund, og hvussu væl tað kom við í niðurgongdarløtum. – Nei lívið hjá Levi, sum hjá flestu hevur ikki bara verið framgongd, hóast tær vóru í stórum meiriluta, men har vóru onkur nosini á leiðini.
Bókin vísir spenningin hjá Levi eftir at vera veiðumaður. Hann var føddur veiðumaður, um tað so var at fáa fatur á einum snjóugla, eini ørn, eini skjalbøku, hann veiddi alt livandi, fugl og fisk og ikki minst menniskju.
Úrslit framum prestigu
Tá ein lesur lívssøguna hjá fyrrverandi amerikanska uttanríkisráðharranum Condellezzu Rice, verður sagt um hana: “Hon hevur ongantíð sett prestigu fremst, men hevur altíð leitað eftir úrslitum”! – Hetta heitið haldi eg kann setast á Levi. Tað er nakað, sum gongur fram í allari bókini, hann hevur vilja havt úrslit bæði í at fáa fisk og ikki minst við sínum andaliga boðskapi!
Tá ið fyrsti triðingurin av bókini er lisin, koma vit fram til 1982, tá er Levi 49 ár og fær kallið at gera eitt andaligt arbeiði í Hirtshals. Hann greiðir so væl frá í bókini um øll skipini og føroyingarnar, sum sigla út frá og landa í Hirtshals, um samráðingarnar við eigararnar av “Cosmos Trawl” , um at leiga tað til møtir og hvussu vinsamligir teir vóru. Hesi árini er hópin av spennandi hendingum í lívinum hjá Grethu og Levi.
Eisini greiðir bókin frá, tá ávísar trupulleikar stungu seg upp, og hann var noyddur at fáa hjálp frá borgarstjóranum, Knud Størup. Teir báðir gjørdust vinir. Tá hann møtti Levi spurdi hann: “Levi, hvordan går det”. Tá samrøðan var liðug, segði borgarstjórin: “Mon der ikke er en udvej..”. Og tað var tað. Levi er eisini ein persónur, at hann gongur ígjøgnum heilt fyri at fáa sítt ígjøgnum.
Á Malta
Eg hugsaði um hendan táttin hjá Levi í Hirtshals, sum vardi í heili 29-30 ár til 2011, um tá ið Jesus í Matteus 4. kapitli sá báðar brøðurnar Pætur og Andreas, hesar fiskimenn og sigur við teir: “Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn”. – Levi hevði sanniliga kvalifikatiónirnar, um vit kunnu siga so. Hann hevði verið í góðum forskúla. Her byrjar ein nýggj tíð hjá Levi á tann hátt, at hann setir víðari út í kortið!
Tá tú lesir bókina, hyggur at ótalið av hendingunum og fólkini hann hevur tosað við, og drúgvu brotini úr dagbókini, kemur tær til hugs, lívsøgurnar hjá David Livingstone og Hudson Taylor, uttan at samanlíkna hesar við Levi, bæði í geografiskum og mentanarligum høpi, men tráanin hjá honum at veiða menniskjur fyri Harran.
Tað kemur eisini týðiliga fram, at Levi er ikki hugaður fyri djúpum konfrontativum kjaki, burtursæð frá tá tað kemur til grundleggjandi andaliga boðskapin. Annars haldi eg tað vísir so væl, einaferð hann kemur í kjak við ein persón, sum hevði ymist at finnast at hjá Levi. Tá letur í Levi: Ja góði tosa bara, slúsportrið er opið”. – Hetta vísir hvørji virðir Levi setur høgt.
Tíðin á Malta, møtini suððri á landi og so aftur, tá hann vitjaði í Føroyum fáa drúgva viðgerð og hópin av møtunum hann hevur skipað fyri.
Lættlisin við áhugaverdum innihaldi
Haldi, at eg fari at steðga her, og enda við at siga, at tað kemur sera væl fram í bókini, at Levi er glaður fyri og errin av sínum egnu og sínum trygga baklandi.
- Bókin er snøgg og væl skipað, hevur góð og greið navnayvirlit
- Hon er lætt lisin við nógvum myndum og góðum myndateksti
- Er full av persónligum og opnum samrøðum
- Er eitt gott klípi í fiskivinnu- og vinnulívssøguna og samkomusøguna
Bókin er sum sagt bæði spennandi lesnaður, persónlig og opin og eg kann viðmæla øllum at lesa hana bæði yngri og eldri, tí hon hevur hópin av forvitnisligum frágreiðingum og hendingum. – Levi er ein góður frasagnarmaður!
Levi! Hjartaliga tillukku við bókini!