Levi er føroyskur toppskjútti

Levi Hanssen er tann føroyski leikarin, ið hevur skotið flest mál fyri føroysk feløg í evropeiskum fótbólti.

Tá Levi Hanssen í gjárkvøldið javnaði til 1-1 fyri HB á Gibraltar, gjørdist hann samstundis eisini føroyskur toppskjútti í evropeiskum fótbólti. Málið hjá Levi í gjárkvøldið var tað sætta hjá honum í evropeiskum fótbólti. Áður hevur hann skotið 2 mál í Europa League og nú 4 í Champions League.

 

Áðrenn dystin í gjárkvøldið var Levi Hanssen javnur við Bergur Midjord og Olgar Danielsen, ið báðir hava skotið 5 mál í evropeiskum fótbólti.

 

Afturat teimum hevur Súni Fríði Barbá skotið 4 mál og John Petersen 3 mál.