Lesandi stóran áhuga fyri Helle

Fullsett var í fyrilestrarhølinum í bygninginum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks Gøtu í Havn, tá forsætisráðharrin vitjaði fyrrapartin.

Útvið 100 lesandi vórðu møtt upp at lurta eftir Helle Thorning-Schmidt, nøkur teirra eisini fyri at seta henni ein spurning

Helle Thorning-Schmidt vísti á týdningin av ríkisfelagsskapinum. Eisini vísti hon á týdningin av at fáa sær eina útbúgving.

Forsætisráðharrin tosaði um, hvussu stóran týdning tað hevur at koma út og uppliva stóru verð.

- Sum ung vitjaði eg í Asia og í Sveits, har eg millum annað fann mín mann. So eisini á tí økinum kann okkurt gott spyrjast burturúr, helt forsætisráðharrin skemtiliga fyri.

- Tað er gott at fara út í heimin og gerast internationalur. Men minnist nú til at koma heimaftur, segði Helle Thorning-Schmidt og sipaði serliga til kvinnurnar. Hon segði seg kenna til trupulleikan í føroyska samfelagnum, ið manglar kvinnur.

Lesandi høvdu eisini høvi at seta forsætisráðharranum spurningar.

Spurt varð um útbugvingar, danskan útbúgvingarpolitikk og raðfestingar á økinum. Um hví at kalla eingi donsk lesandi koma til Føroya, tá vit nú eru í ríkisfelagsskapi. Um forsætisráðharrin heldur, at ES hevur størri týdning enn ríkisfelagsskapurin, vísandi til aktuella sildastríðið.

Eisini varð forsætisráðharrin spurd, um hon er til reiðar at gera eina fíggjarliga útgreinan av búskaparligu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Forsætisráðharrin gav sær stundir til at svara, hóast svarini í mongum føri vóru nokkso yvirskipað.

Spurt varð eisini ítøkiliga um broytingarnar í føroyska fíggjar- og búskaparpolitikkinum. Ítøkiliga um flatskatt, skatting av pensjónum við inngjald heldur enn útgjald, avtøku av Landsbanka Føroya og so framvegis.

- Ber til at hava so mikið ymiskan fíggjar- og búskaparpolitikk í sama ríkisfelagsskapi, ljóðaði spurningurin úr salinum.

Helle Thorning-Schmidt sendi fyrst spurningin víðari til løgmann, men svaraði síðani sjálv.

- Í ríkisfelagsskapinum skal vera rúmd fyri ymiskleikum. Tað skal vera rúmd fyri at skipa samfeløgini hvør sær, og rúmd skal vera fyri, at aðrir partar av ríkinum ikki blanda seg, ljóðaði diplomatiska svarið frá Helle Thorning-Schmidt.