Lena og Niclas leggja í hesum døgum síðstu hond á upptøkurnar av komandi fløguni hjá føroyskt/kanadisku songkvinnuni. Upptøkurnar eru gjørdar í útvarpinum og í Abbey Road upptøkuhølunum í London, og at døma eftir konsertframførslunum er talan um tann besta tónleikin, ið Lena og Niclas hava skrivað saman.
Nú sær tað út til, at løgini eisini fara at ljóða sera væl. Lena hevur tryggjað sær ein av heimsins mest eftirspurdu ljóðblandarum, til ljóðblanda fløguna. Ryan Hewitt, ið hevur ljóðblandað eina av best seljandi fløgunum hetta summarið Stadium Arcadium hjá Red Hot Chili Peppers, hevur játtað at ljóðblanda fløguna. Lena sigur, at teimum dámdi væl ljóðið á Stadium Arcadium, og tí settu tey seg í samband við umboðsmannin hjá Hewitt. Prísurin var tó alt ov høgur, so hetta var av fyrstan tíð av ongum. Men nakrar dagar seinni setti umboðsmaðurin seg aftur í samband við Lenu. Mest sum av tilvild var Ryan Hewitt komin inn á skrivstovuna hjá umboðsmanninum, meðan hann var á myspace síðuni hjá Lenu. Hewitt vildi vita hvør hetta var sum sang, og tá umboðsmaðurin segði, at hetta var handan daman, sum hann júst hevði avvíst, segði Hewitt Men eg vil sleppa at ljóðblanda hana!. Hesin maður, ið kann velja og vraka hvønn hann arbeiðir við, valdi sostatt sjálvur Lenu.
Hewitt hevur eitt skitið og feitt ljóð, ið kann gerast sera spennandi saman við Lenu.
Enn eru upptøkurnar ikki heilt komnar í hús og enn er eingin útgávudagur funnin, men vit bíða í spenningi eftir hesum, ið illa kann gerast annað enn eitt meistaraverk.