Lena Anderssen fer við øllum heiðrunum á Planet Awards 2011. Hon hevur fyri løtu síðani vunnið heiðurin fyri bestu útgávu í 2011 fyri fløguna Letters from the Faroes.
Hetta er einki minni enn triði heiðurin, hon hevur vunnið í kvøld.
Áður í kvøld hevur hon vunnið heiðurin sum ársins songkvinna og ársins einstaklingur.
Hetta er ein staðfestin av sterku støðu hennara í tónleikaheiminum bæði í Føroyum og uttanlands.
Mynd: Lena var ikki sørt rørd, tá hon var á pallinum fyri triðju ferð í kvøld (Mynd: Álvur Haraldsen)